05.06.2018
Til lesandi Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin
Skriva út

Ráðstevna um málstimbran og málmenning hildin á Námsvísindadeildini

Mikudagin 30. mai varð ráðstevna hildin á Námsvísindadeildini, har Høgskulen på Vestlandet í Noregi í samstarvi við Føroyamálsdeildina og Námsvísindadeildina skipaði fyri fyrilestrum um málstimbran og málmenning.


Edit Bugge og Vár í Ólavsstovu buðu luttakarunum vælkomnum og góvu síðani landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, at seta ráðstevnuna. Rigmor vísti tiltakinum stóran áhuga, tí, sum hon undirstrikaði, ráðstevnan var innihaldsliga í góðum samsvari við, at árið í ár er lýst málár at vera, og at MMR hevur stuðlað átøkum av ymsum slagi, sum skulu vera við til at stimbra og menna máltøku og málbrúki hjá føroyskum børnum. Rigmor fegnaðist um, at tað eisini fer gransking fram í Føroyum innan hetta øki. Sum liður í málmenning hjá børnum hevur landsstýriskvinnan m.a. sett í verk eina verkætlan at gera eina Barnasangbók Føroya, sum allir føroyingar í framtíðini skulu fáa í vøggugávu. Landsstýriskvinnan legði í síni framløgu dent á týdningin henda sangbók ætlandi skal hava fyri framtíðarføroyingin. Norsku gestirnir umrøddu eisini týdningin sangir hava fyri málmenning hjá børnum. 


Erla Olsen, dekanur á NÁD, bjóðaði vegna Fróðskaparsetrið norsku gestunum vælkomnum og vónaði, at vit framyvir fóru at samstarva, tí serliga NÁD og Høgskulen på Vestlandet hava líkar útbúgvingarprofilar við námsfrøðinga- og læraraútbúgvingum, tey frá í ár á masterstigi, meðan NÁD bjóðar útbúgvingar á bachelorstigi. Granskarar í Noregi og Føroyum løgdu fram granskingarúrslit og kanningar, sum eru gjørdar av málstimbran og máltøku hjá børnum. Framløgurnar viðgjørdu serliga teir yngstu málbrúkararnar á dagstovnaøkinum, og tað er greitt, at í Noregi fer nógv viðkomandi og átrokandi gransking fram á økinum, sum vit í Føroyum bæði kunnu fáa gagn av og kunnu samanbera við. 


Í sambandi við máltøku hjá føroyskum børnum helt Sissal M. Rasmussen fyrilestur um gransking, hon hevur gjørt seinastu árini. Hon legði nýggj áhugaverd úrslit fram um orðkunnleikan hjá børnum, m.a. vísti hon á, hvussu nógv betur føroysk børn kenna orð fyri djór, sum ikki liva í Føroyum enn djór sum finnast her heima. Sissal bar fram, at slík fremmandagerð, sum sæst aftur í tí, er gott dømi um, at føroysk børn ikki hava nóg nógv málstimbrandi tilfar, sum tekur støði í teirra egna nærumhvørvi.


Malan Johannesen umrøddi public service uppgávuna at útvega føroyskmælt tilfar til børn, sum KVF hevur. Hon vísti á teir trupulleikar, sum føroyskt tilfar til børn hevur í kappingini við útlendskt tilfar. Somuleiðis umrøddi hon teir spurningar, sum gera seg galdandi í týðing av útlendskum barnatilfari. Malan umrøddi eisini spurningin um raðfesting av føroyskframleiddum tilfari til børn.


Framløgur vóru um norskt og føroyskt sum annaðmál, og her hildu Annika Anthoniussen og Vár í Ólavsstovu framløgu um granskingarverkætlan, sum júst er farin í gongd og fevnir um bæði dagstovna- og skúlaøkið. Endamálið við verkætlanini er, at hon skal lýsa sosiomentanarliga og málsliga tørvin hjá børnum, sum hava føroyskt sum annaðmál. Eisini er ætlanin at fáa eitt álítandi innlit í annaðmálsøkið sum heild. Í framløguni varð dentur lagdur á, at enn er talan um eina byrjan, men fyrsta spurnakanningin til skúlaleiðslur kring landið og nakrar samrøður við avvarðandi partar á økinum, vísa greitt, at næmingar við føroyskum sum annaðmál hava aðrar avbjóðingar enn tey, sum hava føroyskt sum fyrstamál, serliga fakliga og sosialt, og at átroðkandi tørvur er á yvirskipaðari faklýsing, lærutilfari og annaðmálsdidaktikki.


Á fundi eftir ráðstevnuna var semja um, at ráðstevnan hevði verið eitt gott høvi at leggja fram, hvat fer fram av gransking og málmennandi tiltøkum á Høgskulen på Vestlandet og á Fróðskaparsetri Føroya, og at ráðstevnan var ein góð byrjan til eitt skipað samstarv millum deildirnar í londunum báðum.


Dagurin endaði við veitsludøgurða á Føroyamálsdeildini, har norðmenn vóru vertir.