3. mai verður spennandi granskingardagur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, har gransking á lærara- og námsfrøðiøkinum verður sett á skránna
13.04.2023
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Ráðstevna um námsvísindaliga gransking

Hvussu skulu vit menna námsfrøðiliga gransking í Føroyum? Hesin spurningurin verður settur á breddan á ráðstevnu 3. mai á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya

Undirvísing og námsfrøði eru kjølurin undir okkara samfelagsmenning, og tað eru hesi, sum koma at bera okkum fram á leið og inn í framtíðina. Hetta eru samstundis  kjarnuøkini á Námsvísindadeildini, har bæði undirvísing og gransking á hesum økjum fer fram. Soleiðis verður skrivað um ráðstevnuna, sum verður 3. mai um gransking á námsfrøðiliga økinum, har høvi verður til at kjakast um, hvussu hetta granskingarøkið í Føroyum kann mennast meira.

Granskingardagurin byrjar klokkan 9, og skráin er henda:

Tilmeldingarfreistin er 24. apríl.

Teknið til her.