University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Pápalív.jpg
Brynhild Thomsen
25.03.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Ráðstevna um pápar og familjulív

Týsdagin 29. mars klokkan 9 verður ein forvitnislig vísindalig ráðstevna hildin á Fróðskaparsetri Føroya um pápar og familjulív

Í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn fara fimm granskarar úr Danmark, Íslandi, Kanada og Føroyum at tosa um pápar og familjulív við støði í nýggjari gransking.

Í grannalondum okkara hava sjónarmiðini og royndirnar hjá monnunum í mong ár verið týðandi partur av akademiska orðaskiftinum um kyn, javnstøðu, barnauppaling og familjuvirði, men í Føroyum er hetta nýggjur táttur í granskingini og samfelagskjakinum.

Á ráðstevnuni verða evni sum t.d. pápafarloyvi, heilsa, maskulinitetur, "nýggir pápaleiklutir", veteranar og rættindi viðgjørd.

Framløgurnar viðgera eisini nýggj ástøðilig rák í maskulinitets- og kynsgranskingini.

Endamálið við ráðstevnuni er at miðla vitan og harvið at birta upp undir eitt kjak um pápar, gerandislív og samfelagsbroytingar í Føroyum í 21. øld.

Lesið meira um skránna her.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving