University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ráðstevna um vegleiðing
21.04.2012
Altjóða Skrivstovan

Ráðstevna um vegleiðing

Mánadagin 7. mai 2012 skipa Vegleiðaranetverk NVLs og NVL (Norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring) fyri ráðstevnu um skipan av lestrar- og yrkisvegleiðing.


Ráðstevnan, ið hevur heitið:

"Vegleiðing fyri øll - hvar sum helst, nær sum helst"

verður í Læraraskúlahøllini, Frælsið 20, frá kl. 08.45 til 16.30. Sí viðfestu skrá.

Ráðstevnan verður fyriskipað í samband við, at norðurlendska Vegleiðaranetverkið hevur fund í Føroyum 6.-8. mai. Netverkið, ið er tvørsektorelt, fevnir bæði um granskarar, vegleiðarar, og fólk ið útbúgva vegleiðarar í grannalondum okkara. Serligur dentur verður lagdur á menning av vegleiðing í Føroyum, týdningin av útbúnum vegleiðarum, og vegleiðing í mun til førleikamenning og arbeiðsmarknaðin.

Málbólkur: Útbúgvingarstovnar, vegleiðarar á øllum útbúgvingarstigum, skúla- og stovnsleiðslur, partar á arbeiðsmarknaðinum, ALS, Almannastovan, myndugleikar (Landsstýri, løgtingslimir, Mentamálaráðið, Vinnumálaráðið, Almannamálaráðið, kommunur, ið varða av útbúgvingum, v.m) og onnur áhugaði í vegleiðing.
 
Ráðstevnan er ókeypis

Tilmelding fer fram við at senda ein t-post til elisabethh(at)setur.fo. Upplýs vinaliga: Navn, stovn / arbeiðsstað, starvsheiti og t-post.

Freistin at boða frá luttøku er hósdagin 3. mai.

Øll áhugaði eru vælkomin!
 
Vinaliga vegna fyrireikararnar

Hanna Jensen, limur í norðurlendska vegleiðaranetverkinum og
Elisabeth Holm, NVL-kontaktpersónur

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast