11.10.2023
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Ráðstevna: Vitan til varandi aling

Vísindaliga ráðstevnan, Vitan til varandi aling, verður á Hotel Hilton Garden Inn í Havn 20. oktober

Tað er Fiskaaling, sum skipar fyri ráðstevnuni, sum hevur til endamáls er at viðgera og leggja fram nýggjastu granskingina, sum hevur týdning fyri alivinnuna.

Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.

Tað er á øðrum sinni, at Fiskaaling skipar fyri Vitan fyri varandi aling. Í 2021 hevði koronustøðan í landinum við sær, at ráðstevnan bleiv stroymd. Tiltakið var væleydnað og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.

Til ráðstevnuna hesa ferð hava fyriskipararnir valt evnini og hava sett seg í samband við granskarar um at halda framløgur. Í framtíðini er ætlanin at heita á fólk við áhuga um at senda uppskot um evni og abstract til framløgur.

Skráin er skipað í tríggjar partar, sum eru:

- Lús og fiskavælferð: Lúsin hevur víst seg at vera ein stór avbjóðing í alivinnuni, og í royndini at sleppa av við lúsina stinga nýggir trupulleikar seg ofta upp. Vit tosa millum annað um, hvussu ymisk lúsatiltøk ávirka fiskavælferðina, um avlúsing og felli og um rognkelsisvælferð.

- Veðurlagsbroytingar: Veðurlagsbroytingar kunnu ávirka mest sum øll lið í virðisketuni. Vit tosa um hitan kring oyggjarnar, fiskastovnar sum fóðurgrundarlag og eftiransing í fjarðavistskipanum.

- Aling, búskapur - og samfelag: Alivinnan hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin og stóra ávirkan á samfelagsviðurskiftini. Vit tosa um, hvat lúsin kostar, hvussu vit tillaga okkum veðurlagsbroytingar, týdningin av opnum dátum og um, hvønn búskaparligan týdning alivinnan hevur í Føroyum.

Luttøkugjaldið er 1.950 kr. fyri hvønn luttakara. Íroknað er lættur morgunmatur, døgurði á middegi, ymiskt leskiligt, meðan ráðstevnan fer fram og okkurt lætt, tá ráðstevnan er av. Lesandi luttaka ókeypis (tilmelding er neyðug).

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til tilmelding@fiskaaling.fo.

Freistin er mánadagin 16. oktober. 

Les skránna her.