University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Vinna vitan og visjón.png
11.05.2022
Setrið

Ráðstevna: Vitan, vinna og visjón

Hvussu kann gransking gagna vinnulívinum, og hvussu kann vinnulívið gagna granskingini?

Hesin spurningur verður settur á skánna í Kongshøll fríggjadagin 20. mai.

Tað eru Tórshavnar Kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya, sum bjóða til ein spennandi seinnapart, har ljós verður varpað á, hvussu gransking kann gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu vinnulívið kann gagna granskingini – eisini frælsu granskingini - í Føroyum.

Roynd vinnulívsfólk, sum millum annað sjálv hava granskingar- og íverksetararoyndir, fara at hava framløgur, vit hoyra eisini, hvussu tað er at vera granskaraspíri, og somuleiðis verður ein visjón løgd fram um, hvussu granskingarumhvørvið í Føroyum kann styrkjast.

Borgarastjórin í Tórshavnar kommunu setur dagin, síðani verða sjey stuttar framløgur, har rektarin á Fróðskaparsetrinum tekur samanum. At enda verður orðaskifti undir leiðslu av Brynhild Thomsen, har spurt verður, hvussu gransking í størri mun enn nú kann gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu vinnulívið í størri mun enn nú kann gagna granskingini í Føroyum.

Tiltakið endar við ábiti og netverkan.

Øll eru hjartaliga vælkomin, men tilmelding er neyðug.

Sí skránna her.

Melda til evnisdagin her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya