University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ráðstevnan um Útnorður stóra undirtøku
23.04.2012
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning

Ráðstevnan um Útnorður stóra undirtøku

Ráðstevnan um framtíðina hjá samfeløgunum í Útnorði, sum Søgu- og samfelagsdeildin skipar fyri í sambandi við at deildin verður 25 ár, hevur fingið stóra undirtøku.


Fleiri enn 170 fólk hava teknað seg til ráðstevnuna, sum fer av bakkastokki í Norðurlandahúsinum 24. apríl kl. 8.30.

Onkur av teimum útlendsku fyrilestrarhaldarunum, sum teljast millum fremstu serfrøðingar á økinum, er komin til Føroya, men teir flestu koma til Føroya í dag.

Fyrilestrarnir verða innanfyri evnini "samleiki sum politisk-búskaparlig drívmegi í Útnorð"` og "trygd og sjálvræði".
 
Ráðstevnan endar týsdag klokkan 15.30

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Próvtøkuótti 13.11.2025 (002)

    Opin fyrilestur á netinum um próvtøkuótta

  2. Rógvi Olavson Staðið Phd 13112026

    Væleydnað ph.d.-verja hjá Rógva

  3. Forsíða Klipt

    Setrið byggir brúgv til miðnám