(Foto: Finnur Justinussen)
Brynhild Thomsen
11.02.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Ragnheiður og Heini lektaramett

Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum hevur fingið tveir nýggjar lektarar

Undan jólum varð Ragnheiður Bogadóttir framflutt frá adjunkti til lektara, og í seinastu viku varð Heini í Skorini somuleiðis fluttur frá adjunkti til lektara.

Eftir loknan ph.d.-lestur vórðu bæði tvey sett í starv sum adjunktar í 2017, og tey hava síðani tikið við sum útbúgvingarleiðarar. Nú kunnu bæði so kalla seg lektarar.

Tá vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt frá adjunkti til lektara og síðani til professara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. Vanliga er eitt føroyskt umboð eisini partur av metingarnevndini.

Nevndin skal síðani meta um umsøkjaran út frá fýra atlitum: 1) vísindaligar útgávur, 2) undirvísing og vegleiðing, 3) miðlan av gransking og 4) fyrisitingarligar royndir.

Tvær samdar metingarnevndir mæltu í báðum førum til, at Ragnheiður Bogadóttir og Heini í Skorini lúka neyðugu treytirnar.

Í metingarnevndini hjá Ragnheiður vóru Susan Paulson, professari á Florida University, Thomas Skov Grindsted, lektari á Roskilde Universitet og Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetri Føroya.

Í metingarnevindini hjá Heina vóru Frederik Stjernfelt, professari á Aalborg Universitet, Anne Stensvold, professari á Oslo Universitet og Jens Christian Svabo Justinussen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya.