Náttúruvísindadeildin, KS
26.11.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Rákið í Leirvíksfirði verður nú mátað

Týsdagin 24. novembur legði vaktar- og bjargingarskipið Brimil ein streymmátara niður á botnin í Leirvíksfirði. Endmálið er neyvari sjóvarfalskunning, og at kanna møguleikan fyri at vinna orku úr sjóvarfalsrákinum.


Fyrr í ár vórðu líknandi streymmátingar gjørdar í Skopunarfirði, og nú er tørnið komið til Leirvíksfjørð.  Eins og við mátingunum  í Skopunarfirði, so er endamálið við hesum mátingunum at gera neyvari sjóvarfalskunning til  skip og bátar, og at kanna møguleikarnar fyri at útvinna elektriskan streym úr sjóvarfalsrákinum.

Mátarin
Streymmátarin stendur niðri á botninum, og mátar streymin í sjónum frá mátarinum og upp ímóti vatnskorpuni.  Mátitólið er ein sonevndur RDCP (Recording Doppler Current Profiler), ið  virkar á líknandi hátt sum eitt vanligt ekkolodd við at tað sendir ljóðstrálir út, sum raka ymiskt í sjónum og verða sendar aftur til tólið. Í mun til eitt ekkolodd, sum brúkar eina ljóðstrálu, so hevur streymmátarin fýra ljóðstrálur, og er tað í høvuðsheitum hetta, sum ger tað møguligt at rokna streymin frá ljóðsignalinum.

Bæði suður og norður úr mátaranum liggja endar, sum ganga eftir botninum út í hvør sítt varp. Sunnara varpið liggur á positión 62o 13.10'N og 6o 41.96' W og norðara varpið liggur á   positión 62o 13.31'N og 6o 42.51' W.  Eingin standari ella boya er á mátiútgerðini, so onki er, sum órógvar sigling á leiðini, men heitt verður á bátar, ið ætla at fiska á hesum leiðunum, um ikki at kasta ímillum nevndu positiónirnar, tí vandi er fyri at koma fastur í útgerðina, sum liggur niðri á botninum.

Leirvíksfjørður
Í heftinum við heitinum 'Streymviðurskiftir í Leivíksfirði og Kalsoyarfirði', sum fyrrverandi havnameistarin í Leirvík, Eirikur  Justinussen, gav út í 1997, eru streymviðurskiftini sera neyvt lýst. Í heftinum metir Eirikur, at harðasta rák í fjørðinum  er á Galvsrættini á vestfalsbroddi, sum kann verða 7-9 míl í harðari mysing, meðan eystfallið er heldur slakari, einar 5 míl í harðasta streymi, tí tað rekur um allan fjørðin.

Í frágreiðingum úr Bretlandi verður sagt, at um rákið á miðal broddi er harðari enn 3 míl, er tað áhugavert fyri orkuframleiðslu, og um broddurin er harðari enn 5 míl, so er metingin, at tað eisini er fíggjarliga áhugvert við tí tøkni, sum er tøk í dag. Her er talan um útgerð, sum stendur niðri á botninum, og er tað tí við ávísum spenningi, at bíðað verður eftur, hvat mátingarnar fara at vísa.

Granskingarráðið og SEV stuðla
Umframt beinleiðis íkast frá Fróðskaparsetrinum gjøgnum lønarútreiðslur, útgerð og telduroknimegi, og frá Fiskiveiðieftirlitinum við at skip teirra seta streymmátaranar út og taka teir upp aftur, so veita  Granskingarráðið og SEV fíggjarligan stuðul til verkætlanina, sum skal verða liðug í mars mánaða í 2011.