Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, fegnast um nýggju rammulógina um gransking, menning og nýskapan (Foto: ummr.fo)
Brynhild Thomsen
08.06.2020
Setrið
Skriva út

Rammulógin: - Nú eru træðrirnir savnaðir

Løgtingið hevur nú samtykt rammulóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan

Dagføringin av lógarverkinum hevur verið ávegis í fleiri ár, og nú er hon so samtykt, nýggja rammulógin um gransking, menning og nýskapan.

Á vári 2017 varð ein arbeiðsbólkur settur at endurskoða lógarverkið um gransking í Føroyum, og bólkurin kom við sínum álitið árið eftir.

Í álitinum, sum kann lesast her, eru seks tilmæli. Fyrst av øllum at gera eina heilt nýggja rammulóg um økið, og hon er nú samtykt. Nýggja lógin og øll viðgerðin av henni kann lesast her.

Jenis um lógina

Mentamálaráðið sigur m.a. soleiðis um bakgrundina fyri nýggju rammulógini:

"Higartil hava gransking, menning og nýskapan verið trý ymisk økir, sum eru vorðin viðgjørd í ymiskum skipanum. Men í dag eru hesi økir nógv tættari knýtt og tvørgangandi, og tí hava stuðulsskipanir í millum annað Norðurlondum og í Evropa lagt seg eftir at samskipa hesi øki. Tað er av týdningi, at vit í Føroyum eisini samskipa hesi økini fyrisitingarliga, soleiðis at stuðulsumsøkjarin kann fáa greiða vegleiðing um møguleikarnar, uttan mun til um talan er um gransking, menning ella nýskapan ella um tvørgangandi verkætlanir, sum fevna um fleiri av hesum økjum.

Nú lógaruppskotið er samtykt, fáa vit eina lóggávu, sum kann seta felags karmar fyri hesi økir og eisini gera tað lættari hjá øllum stuðulsumsøkjarum, bæði tá talan er um gransking, menning og nýskapan."

Nýtt ráð skipast

Eisini skal eitt ráð fyri gransking, menning og nýskapan skipast.

Endamálið við ráðnum er at styrkja strategisku ráðgevingina til landsstýrið og vinnuna á samlaða økinum. Og ráðið skal somuleiðis kunna seta mál, eitt nú fyri luttøku í altjóða samatarvi á økinum.

"Eg fegnist um, at vit nú hava savnað træðrirnar. Við hesi lógini hava vit fingið ein greiðan karm um gransking, menning og nýskapan, og eg eri sostatt vísur í, at hendan lógin – hesin felags karmurin - bæði fer at gera tað lættari hjá teimum, sum starvast innan økini, og eisini fer at vera við til at menna hesi økini í Føroyum", sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum.