15.06.2017
Til lesandi Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Reformatiónin og ávirkan hennara

Nú 500 ár eru liðin, síðani Martin Luther negldi teir 95 setningarnar á kirkjudyrnar í Wittenberg, skipar Søgu- og samfelagsdeildin fyri fakseminari 31. august


Í sambandi við, at tað í ár eru 500 ár síðani, at Martin Luther skrivaði og almannakunngjørdi teir 95 setningarnar, ið seinni vóru grundarlagið undir siðaskiftinum ella reformatiónini, skipar Søgu- og samfelagsdeildin fyri einum seminardegi at minnast hesa hending.

Endamálið við degnum er at varpa ljós á ta ávirkan, ið siðaskiftið hevði fyri Evropa út frá fleiri ymsum sjónarhornum, m.a. búskaparligum, politiskum og teologiskum.

Til tiltakið verða bæði staðbundnar og útlendskar kreftir, eins og fakligu fortreytirnar hjá teimum, ið halda fyrilestrarnar, eru sera fjøltáttaðar.

Tiltakið verður skipað við fyrilestrum, har høvi verður hjá teimum, ið luttaka, at seta fyrilestrahaldarunum spurningar og at kjakast sína millum.

Tiltakið byrjar kl. 10:00, tá ið Jákup Reinert Hansen, ph.d, lektari í gudfrøði, bjóðar vælkomin og greiðir frá skránni.

Skráin fyri dagin:

Kl: 10:00 - Jákup Reinert Hansen
Væl komin

Kl: 10:10 - Hans Andrias Sølvará
Samfelagsligar avleiðingar av reformatiónini

Kl: 10:55 - Jákup Reinert Hansen
“Et større Ljus.” Siðaskiftið í Føroyum lýst við fólksins bókum.

Kl 11:35 Jógvan D. Hansen
Heimspekiligar avleiðingar av reformatiónini

12:20 – 13:00 Steðgur

13:00 Zvonko Mrdalo
The long-run Economic effects of the Protestant Reformation – A Survey

13:45 Knut Alfsvåg
Hva var det Luther egentlig ville?

Tiltakið fer fram á Søgu- og Samfelagsdeildini tann 31. august 2017 í Jónas Broncksgøta 25.
Tilmelding ferð fram við at skriva til annaplo@setur.fo