University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Regin Djurhuus Hammer Klipt SSD
18.08.2026
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Regin fer til Berkeley at granska

Regin Djurhuus Hammer, ph.d.-lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur fingið Fulbright-stuðul til granskingaruppihald á University of California, Berkeley

Regin er í ph.d.-vísindastarvi í búskaparfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini, og á Berkeley verður hann í heyst knýttur at Haas School of Business, Center for Responsible Business, har hann fer at arbeiða víðari við gransking síni um stýring av fyritøkum, sum limir eiga.

Hesar fyritøkur skilja seg frá vanligum partafeløgum við tað, at eigararnir ikki eru partaeigarar, men mangan kundar, limir ella brúkarar. Hetta reisir serligar spurningar um m.a. ognarskap, fólkaræði og ábyrgd.

Granskingin hjá Regini snýr seg serliga um leiklutin hjá limaráðum og umboðsráðum og um sambandið millum limir, nevnd og dagliga leiðslu. 

Uppihaldið á Berkeley gevur Regini møguleika at menna granskingina í einum altjóða granskingarumhvørvi og at knýta nýggj faklig sambond.

- Eg haldi, at hetta er ein heiður, og eg gleðist um fáa møguleikan at vera partur av granskingarumhvørvinum á UC Berkeley. Eg vóni, at uppihaldið bæði kann styrkja mína egnu gransking og skapa sambond, sum kunnu gagna Fróðskaparsetrinum og føroyskum granskingarumhvørvi, sigur Regin Djurhuus Hammer.

Fulbright er ein altjóða akademisk skiftisskipan, sum hevur til endamáls at fremja samstarv og sínámillum fatan millum USA og onnur lond gjøgnum útbúgving og gransking.

Lesið meira um Fullbright HER 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 08 14 At 11 29 21 WELCOME Iifet2026

    Almennur fundur um framtíðar fiskivinnustýring

  2. Screenshot 2026 08 12 At 10 19 38 Turið Sigurðardóttir Heiðrað Setur

    Turið Sigurðardóttir 80 ár

  3. Skærmbillede 11 8 2026 11247 Www.Iifet2026.Com

    IIFET 2026: Setrið vertur fyri altjóða fiskivinnuráðstevnu