University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Responsible Tourism ráðstevna, 24.-25. mai 2018
14.05.2018
Til lesandi Søgu- og samfelagsdeildin

Responsible Tourism ráðstevna, 24.-25. mai 2018

Verkætlanin Green Growth Dialogue stendur aftur í ár fyri eini ráðstevnu, hesa ferð við heitinum Responsible Tourism. Ráðstevnan verður hósdagin 24. og fríggjadagin 25. mai í Sjóvinnuhúsinum, Tórshavn.


Endamálið við ráðstevnuni er at skapa kjak um grønan vøkstur og menning av ferðavinnuøkinum í Føroyum.

Ferðavinnuøkið tekur seg alsamt meira fram í Føroyum, og fær størri týdning fyri okkum føroyingar og samfelag okkara. Ein vælvirkandi ferðavinna krevur skipaðar karmar og planlegging, og vitan um, hvussu myndugleikar, vinna og borgarar í Føroyum menna og skipa ferðavinnuøkið á ein ábyrgdarfullan hátt, har atlit verður tikið til lokalsamfeløg, umhvørvi og trygd.

Á skránni verða fimm kjaksessiónir, ið taka støði í at skipa eina ábyrgdafulla ferðavinnu: ábyrgdabýtið millum land og kommunur, amboð, ið kunnu tryggja burðardygga ferðavinnu, grønum vøkstri, og spjaðing av ferðavinnuni kring allar Føroyar alt árið til gagns fyri føroyingar og ferðafólk.

Eisini verða tvær verkstovur 24. og 25. mai, har øll, ið luttaka, kunnu geva sítt íkast til kjakið um eitt nú førleikamenning, samskifti, borgaraluttøku og íverksetan innan ferðavinnuna.

Mangt annað verður eisini á skrá, ið hóskar til ein og hvønn, ið hevur áhuga fyri ferðavinnuøkinum, umframt hópin av serkønum serfrøðingum úr Føroyum og útlandinum. Á døgurða báðar dagarnar verður okkurt gott til matna. Fyri skrá, umboð og atgongumerki sí heimasíðu okkara

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum