14.12.2022
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Rík søga í hálva øld á Náttúruvísindadeildini

Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur í ár 50 ár á baki, og niðanfyri endurgeva vit føðingardagsrøðuna, sum Hans Pauli Joensen, dekanur, helt á hátíðarhaldi í Kongshøll, og vit hava eisini myndarøð av framløgum, framsýningum og skúlavitjanum, sum vóru á føðingardagsskránni

Vælkomin øll somul í 50 ára føðingardag hjá Náttúruvísindadeildini

Náttúruvísindadeildin er næstelsta deild á Setrinum. Fyrsta deildin var Føroyamálsdeildin. Náttúruvísindadeildin varð sett á stovn í 1972 við eini 2-ára tvørfakligari grundútbúgving í náttúruvísindum. Útbúgvingin kallaðist Støðisútbúgvingin, og deildin hevði sama navn. Á mannamunni ofta bara kallað “Støðis”.

Líknandi útbúgvingar vóru tá á Odense Universiteti (nú Syddansk Universitet) og Roskilde Universiteti. Í Roskilde varð størri dentur lagdur á læring við verkætlanum enn á Odense Universiteti. Støðisútbúgvingin tók eitt sindur av báðum í sín leist. Dentur var – og hevur altíð verið – lagdur á at taka føroysk viðurskifti við í læringina og at gagnnýta, at vit hava náttúruna so nær upp at okkum. Aalborg Universitet setti eisini eina støðisútbúgving í gongd tvey ár seinni – í 1974.

Støðisútbúgvingin var sum nevnt ein 2-ára grundútbúgving, og tí varð stórur dentur lagdur á, at liðug lesandi kundu fáa atgongd til framhaldslestur til kandidatútbúgvingar í Danmark við fullari góðskriving fyri støðisútbúgvingina. Avtalur vórðu fingnar í lag um hetta við Odense Universitet og Roskilde Universitet. Tað bar eisini at halda fram til sivilverkfrøðing á Aalborg Universiteti, tó ikki við fullari góðskriving (ca. 1.5 ár).

Upp gjøgnum 1970-árini vórðu ávísar tillagingar gjørdar í útbúgvingini. Í 1981 var farið frá at hava eina felags støðisútbúgving fyri øll lesandi, og tá bleiv hon býtt sundur í eina stødd-/alisfrøðiliga og eina lív-/evnafrøðiliga lestrarleið.

Tað eru neyvan øll, sum vita, at tað í tíðarskeiðinum frá 1974 til 1978 eisini var ein “lækna linja” á støðisútbúgvingini.

Lesandi fingu nevniliga møguleika fyri at velja eina faksamanseting, sum gav teimum atgongd til læknaútbúgvingina á Odense Universiteti - við 2-ára góðskriving fyri teirra støðisútbúgving her heima. Undirvísarar í læknafrøðiligum evnum vóru læknar, ið tá vóru í føroyska heilsuverkinum. Vit hava í dag læknar í føroyska heilsuverkinum, sum fingu sína grundútbúgving á Støðisútbúgvingini.

80’ini og frameftir

Við nýggju løgtingslógini fyri Fróðskaparsetrið frá 1987 bleiv Fróðskaparsetrið formliga skipað sum universitet, og Náttúruvísindadeildin fekk tá m.a. møguleika fyri at skipa fyri bachelorútbúgvingum.

Lesandi, sum vóru byrjað lestur á støðisútbúgvingini í 1986, fingu nú høvi til at velja seg inn á tvær bachelorútbúgvingar – í teldufrøði og í alis-/jarðalisfrøði. Tey fyrstu fýra bachelorprógvini vórðu handað á sumri 1989.

Seinni hava vit eisini bjóðað aðrar bachelorútbúgvingar til skiftandi tíðir.

Í dag hava vit útbúgvingar í lívfrøði, mýlalívsvísindum, KT-verkfrøði og verkfrøði, har møguleikar eru at hava fokus á byggiverkfrøði, el-verkfrøði ella orkuverkfrøði. Tær eru skipaðar sum fulltíðarútbúgvingar. Men í 2002-2005 høvdu vit eina KT-útbúgving á bachelorstigi (kallað “Opið Setur”), sum var skipað sum hálvtíðarlestur, so lesandi kundu arbeiða hálva tíð og lesa hálva tíð. 14 fólk hava tikið ta útbúgvingina.

Tað nýggjasta á útbúgvingarøkinum er, at vit nú fyrireika at seta fyrstu masterútbúgvingina í gongd komandi ár. Tað er útbúgving á KT-økinum, kallað Master í Dátuvísindum. Vit umhugsa eisini møguleika fyri aftur at bjóða parttíðarútbúgving í KT – t.d. hálvtíðarlestur - soleiðis at tað skal bera til at útbúgva seg, meðan ein er í starvi. Skal tað eydnast, má tað sjálvandi gerast í samráð við arbeiðsgevaran.

Samstarv í Føroyum hevur týdning

Í strategiætlanini hjá Fróðskaparsetrinum verður dentur m.a. lagdur á gott samstarv við onnur, bæði tá talan er um undirvísing og gransking.

Í Føroyum fer fjølbroytt virksemi í náttúruvísindum og tøkni eisini fram aðrastaðni enn á Náttúruvísindadeildini. Fólk við sterkum fakligum profilum arbeiða á okkara fakøkjum, og fleiri teirra eru við til at undirvísa og at vegleiða lesandi í t.d. endaligum bachelor-verkætlanum. Í verkætlanunum eru tey lesandi ofta við til at loysa uppgávur ella avbjóðingar, sum stovnar og virki munnu hava. Vit síggja, at hetta mangan kveikir áhugan hjá teimum lesandi til eina yrkisleið hjá teimum virkjum og stovnum, sum tey hava samstarvað við um sína bachelorverkætlan. Eitt samstarv, har allir partar vinna - og sum styrkir okkara vitanarsamfelag.

STEM á Fróðskaparsetrinum

Hollur førleiki í náttúruvísindum, tøkni, verkfrøði og støddfrøði – ella í STEM, sum tað stutt verður kallað -  hevur alsamt størri týdning fyri framgongd, effektivisering og kappingarføri hjá einum og hvørjum samfelag. Hesi fakøki eru grundliggjandi fyri at skilja samanhangir í náttúruni í smáum sum stórum. Tak eitt nú avbjóðingarnar, ið heimurin hevur við orkuveiting, veðurlagsbroytingunum og avleiðingum av teimum.

Hesi fakøki eru grundarsteinar undir menning av nýggjum hentleikum, nýggjum amboðum, nýggjum loysnum og nýggjum skipanum, ið alt samalt ávirkar okkara gerandisdag.

Tað, sum fyrr var Science Fiction, er nú veruleiki. Tilgjørt Vit (Artificial Intelligence; AI), maskinlæring (Machine Learning) og lutanet (Internet of Things; IoT) eru áhugaverd dømi um STEM-øki, ið hava týdning fyri borgarar og samfeløg - og fara sum frá líður at fáa meiri og meiri ávirkan í dagligdegnum. Tørvurin á vitanartungum størvum veksur alsamt.

Við hesi tøkni verða summar tænastur og rutinukend arbeiði flutt frá menniskjum til tólmenni og til telduskipanir. Skipanir, amboð og loysnir, sum eina tíð eru so avgerandi, kunnu lutfalsliga skjótt gerast týdningarleys og burtur. STEM og íverkseting fylgjast. Nýggir marknaðir vinna fram, og aðrir hvørva. Eitt framkomið internet og øktir møguleikar við talgildingum hava sín stóra leiklut í hesum. Netflix og aðrar stroymingartænastur hava t.d. trokað videoútleiging heilt av marknaðinum; fototól frá vælkenda Kodak, sum brúkti fotofilmstøkni, hvurvu, tá talgild fototól vunnu fram o.s.fr. o.s.fr.

Framkomin samfeløg sum tað føroyska hava tørv á borgarum við STEM-førleikum. Hesi fakøki eiga í roynd og veru at raðfestast – á ymiskan og hóskandi hátt - heilt frá barnagarðsstigi til universitetsstig, so allir borgarar í Føroyum og harvið alt samfelagið verða væl brynjað til framtíðar avbjóðingar og møguleikar.

Tí bjóðaðu vit 4-6 floks næmingum í fólkaskúlanum at vitja okkum fyrrapartin. Undirtøkan var sera góð, tí umleið 500 skúlabørn komu á vitjan, har tey fingu nakrar náttúruvísindaligar og tøkniligar brellbitar.

Eg havi av góðum grundum ikki umrøtt ta gransking, ið fer fram hjá okkum, tí hana hava vit nýtt høvið til at varpa ljós á her seinnapartin – bæði munnliga og við framsýningum á plakatum.

Eg vil at enda nýta høvi til at takka øllum, sum vit ígjøgnum árini hava samstarvað við. Serlig tøkk til øll tey, sum hava verið – og eru - við til at undirvísa á okkara útbúgvingum. Uttan teirra virknu luttøku hevði ikki borið til at veitt tær útbúgvingar, sum vit hava og hava havt.

Og til allar seinast – og allar mest - vil eg takka øllum starvsfeløgum á Náttúruvísindadeildini fyri teirra stóra íkast hvønn dag fyri, at virksemið okkara skal eydnast.

Takk fyri!

Hans Pauli Joensen, dekanur

Seinni sama kvøld hevði Dagur og Vika hjá KVF innslag um føðingardagin - sí á tíðarkotu 18:00 her.

Bogi Hansen, havfrøðingur, Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini, og Petur Zachariasen, fyrrverandi rektari á Fróðskaparsetri Føroya, á hátíðarhaldi í Kongshøll, nú NVD fylti hálvthundrað ár

Fýra av teimum allarfyrstu studentunum á Náttúruvísindadeildini eru komin í 50-ára føðingardag. Tey fóru øll fýra av landinum at lesa víðari eftir støðisútbúgvingina á NVD, og øll somul komu tey heim aftur at geva sítt íkast, hvør á sínum ymiska øki. Frá vinstru: Dánjal Petur Højgaard, Bjarta Højgaard, Svanna Hanusardóttir og Jan Müller

Kári Mikkelsen, journalistur í KVF, bíðar eftir, at Gestur J. Lómstein, fotografur, hevur fingið Hans Paula Joensen, dekan, beint í eygað, áðrenn samrøðan til Dag og viku skal gerast. Aftan fyri eru framløgur og framsýningar í Kongshøll

Starvsfólkini á NVD høvdu gjørt sær stóran ómak at gera stórar plakatir við øllum handaslagi av gransking, sum granskararnir fáast við, og framsýningin var væl vitjað av forvitnum gestum

 Allan seinnapartin hildu granskarar á Náttúruvísindadeildini stuttar framløgur um sína gransking. Her er tað Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, sum greiðir frá um T.gondii í kettu

Hans Pauli Joensen, dekanur, beint áðrenn, at Jari í Hjøllum fer at hava framløgu um optimering av spinstøðuorku í nanobitlum

Sjálvur helt dekanurin framløgu um sína egnu gransking í geislavirkni, m.a. um mátingar í Føroyum, sum vístu, hvussu ógvusliga dálkandi kjarnorkuroyndarspreingingarnar hjá stórveldunum vóru fyri nøkrum áratíggjum síðani

Sigurd Christiansen, granskari, helt framløgu, kallað "How do we measure CNN properties?"

Svein-Ole Mikalsen, granskari, hevði framløgu um lívfrøðiligt margfeldi

Í Kongshøll var eisini sera forvitsnislig afturlítandi framsýning við gomlum blaðgreinum um virksemið hjá Náttúruvísindadeildini. Her er tað grein um, at Jóan Pauli Joensen er blivin professari í fólkaminnisfrøði. Jóan Pauli bleiv seinni rektari á Setrinum. Eisini er grein um oljuútbúgvingarsamstarv millum Náttúruvísindadeildina á Setrinum og Noreg

Chik Collins, rektari, prátar við nakrar av føðingardagsgestunum. Fleiri av fyrstu studentunum vóru komnir aftur á gomlu slóðina

At enda var almenn móttøka fyri almenninginum

Nakrar dagar frammanundan føðingardegnum var NVD eisini í Norðurlandahúsinum, har allir elstu næmingarnir í miðnámsskúlunum vóru til Markleysa útbúgving. Her síggja vit Jari í Hjøllum frá NVD vísa einum møguligum komandi lesandi, hvat náttúruvísindi eisini eru, og at pláss er til bæði spælisjúku og frían fantasi, tá ein fer undir eina náttúruvísindaliga hægri útbúgving

Fyrrapartin, tá 50-ára føðingardagurin varð hildin, komu ikki færri enn 500 fólkaskúlanæmingar á gátt fyri at síggja granskararnar á NVD gera ymisk eksperiment. Børnini høvdu stór eygu og vístu áhuga fyri forvitnisligu royndunum, sum vórðu vístar fram fyri teimum

Náttúrukreftirnar eru stuttligar, so leingi ein hevur tamarhald á teimum. Her er nógvur roykur, men eingin grind, og børnini vilja fegin vita, hvat hetta er fyri nakað

Starvsfólkini á NVD vóru so himmalsins fegin um, at so mong børn komu í føðingardag. Vónin er, at ein neisti er kveiktur í teimum, so at onkur seinni fer náttúruvísindaligu útbúgvingarleiðina

Sigurd Christiansen spælir við eld í garasjuni undir Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju í Havn, meðan skúlabørn hyggja at í tryggari frástøðu