University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ritgerð um kynstillutan í føroyskum
Føroyamálsdeildin
27.02.2009
Føroyamálsdeildin

Ritgerð um kynstillutan í føroyskum

Um góðar tríggjar vikur kemur dr. phil. ritgerðin hjá Hjalmari P. Petersen 'Gender Assignment in Modern Faroese' - um kynstillutan í føroyskum - út á týskum vísindaforlagi.


Um góðar tríggjar vikur kemur dr. phil. ritgerðin hjá Hjalmar P. Petersen út á forlagnum Dr. Kovac í Hamburg.

Í bókini verður víst, hvussu kynstillutan í føroyskum, t.d., hví drós er hvørkikyn, sjálvt um merkingin er ’genta’, og hví eitt nú hurð, gleði, og mong onnur eru kvennkyn. Talan er um merkingarligar og bendingarligar kynstillutanarreglur.

Bókin er 337 blaðsíður, og í 11 kapitlum. Millum teirra er eitt yvirlit yvir kynsskipanir (A general survey of gender systems), ein er um merkingarliga kynstillutan (Semantic gender assignment) og ein er um bendingarliga kynstillutan (Morphological gender assignment) og fleiri.

Til stuttleikar kann sigast, at ein triði/fjóri flokkur á Miðvágs-Sandavágs skúla var við til at gera nakrar psykolingvistiskar testir, umframt at tilfar bleiv savnað kring um í landinum í august 2008. Bókin byggir í høvuðsheitinum á øll ósamansett navnorð í Føroysku orðabókini, og er eitt stórt ískoyti aftast.


Meira fæst at vita um bókina við at fara inn undir leinkið niðanfyri:


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast