University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Rithøvundurin av Submergence vitjar Norðurlandahúsið

Rithøvundurin av Submergence vitjar Norðurlandahúsið

Mikudagin 19. oktober kl 17.30 kemur kendi rithøvundurin J. M. Ledgard at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum undir heitinum “Our Warp Speed Planet”. Fyrilesturin er ókeypis.


Ledgard er bretskur rithøvundur og teinkjari innan framkomna tøkni og undankomuna hjá mannaættini. Í Føroyum er hann ivaleyst best kendur fyri at hava skrivað bókina “Submergence”. Tað er bókin, ið filmurin við sama heiti hjá leikstjóranum Wim Wenders, sum partvís er tikin upp í Føroyum, er grundaður á.

Ledgard, sum er úr Hetlandi, arbeiddi í mong ár sum korrespondentur í Afrika fyri tíðindablaðið The Economist. Hann býr nú í Sveis, har hann stendur á odda fyri einum framtíðar-Afrika átaki hjá École polytechnique fédérale de Lausanne í Sveis.

Útgangsstøðið í fyrilestrinum er bókin “Submergence” – úr Norðuratlantshavinum til Somalia, um havfrøði og heilagt kríggj. Annar skaldskapur, t.d. bókin “Giraffe”, og royndir hansara sum krígskorrespondentur verða eisini umrødd í fyrilestrinum, umframt at hann nemur við sítt hetlendska upphav, sum hann m.a. sigur er orsøkin til, at hann er so bergtikin av havfrøði.

Í eini samrøðu í The New Yorker við Philip Gourevitch frá 30. apríl 2013 sigur Ledgard m.a. soleiðis, um bókina “Submergence”

“Submergence” er ein roynd at skriva gongustjarnaskaldskap. Tað er ikki tað sama sum náttúruskaldskapur, men meira politiskt og meira óítøkiligt. Somalia her er brent og hart, men eisini skiftandi og endaligt, og tað sama kann sigast um pínuna og sannføringarnar í skaldsøguni. Á yvirflatuni er ein søgugongd, har menniskjalagnur verða livdar, sum samstundis eru so sera týðandi og so lítilsverdar. Havið, harafturímóti, er ørkymlandi á ein heilt annan hátt. Ongin luft er í havinum, onki ljós, og tískil kunnu menniskju ikki hugsast at liva har – hóast tað samanlagt er nærum alt liviøkið á jørðini. Tað, sum eg vildi, var at broyta ímyndina hjá lesaranum av jørðini. At vísa teimum at mold er dýrabar, meðan havið ræður. At tað er sjáldsamt at traðka út á eina mark, meðan tað er vanligt at flóta og glógva av lívfrøðiligum ljósi.

Fyrilesturin, sum verður á enskum, er partur av fyrilestrarøðini VITSKA. Fyrilesturin er ókeypis.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025