University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Rithøvundurin Carl Jóhan Jensen 60 ár
27.11.2017
Til lesandi Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin

Rithøvundurin Carl Jóhan Jensen 60 ár

Leygardagin 2. desember verður rithøvundurin Carl Jóhan Jensen 60 ár.


Í sambandi við føðingardagin heiðrar Fróðskaparsetur Føroya skaldið við einum symposium í auluni á Námsvísindadeildini, Frælsið 20, har skaldskapar hansara verður umrøddur og kvøður verða bornar fram. Malan Marnersdóttir, professari á Føroyamálsdeildini, heldur høvuðsfyrilestur um skaldskap Carl Jóhans við heitinum: Carl Jóhan Jensen - hugmyndin birtist í viljanum. Rithøvundurin Oddfríður M. Rasmussen fer at bera fram kvøðu. Vár í Ólavsstovu, adjunktur á Námsvísindadeildini, heilsar høvundinum við viðgerð av skaldsøguni: ”Bókin um tað góða”. Upplestur og tónleikur verða eisini á skánni.

Byrjað verður kl. 14, og ætlanin er, at tiltakið endar í seinasta lagi kl. 17. Tiltakið er opið fyri almenninginum og øll eru hjartaliga væl komin.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  2. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga

  3. Gunnhild Helmsdal

    Ph.d.-verja: Gunnhild Helmsdal