01.04.2015
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Røddir, sum ikki køva hvørja aðra

Føroyska tilnevningin til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðs 2014 er "Og mamma!" eftir Elina á Rógvi.


Og mamma! (2014) eftir Elina á Rógvi við myndum eftir Marjuna Reginsdóttur er ein søga við myndum í sjey kapitlum fyri lurtarar og lesarar frá uml. trý ára aldri og upp. Elin á Rógvi hevur m.a. gjørt sendingar til barnaútvarpið og –sjónvarpið, og í 2007 kom út krimisøga hennara Mánalýsi fyri størri børn. Og mamma! fylgir abbanum, og rundan um hann eru omman, Viggo, 4 ár, og tann eitt sindur eldri Pauli, sum gista hjá ommu og abba sínum. Søgutíðin er ársskiftið, tá ið sambært siðvenjuni ein nýggjur kapittul tekur við í tilveruni.
     Tíðliga nýggjársaftan trínur ein hani í reyðum smekkubuksum inn í lítilheimin hjá abbanum. Hanin er sambæriligur við tað kenda barnabókamotivið ósjónligur vinur. Tað er helst óneyðugt at tulka hanan  neyvt, men hanagal er fráboðan og áminning. Abbin roynir at gloyma tað, hann hevur sæð, men nýggjársmorgun stendur hanin og fær sær kaffi úr koppinum hjá honum og pikkar í breyðflísina hjá honum. Hanin, sum nevnir seg Morgunfríða og sigur seg vera fluttan heimanífrá, ger støðugt meira um seg: abbin verður enntá barnagenta hjá eggunum, sum Morgunfríði hevur lovað systur síni at ansa eftir. Abbin tekur tey fýra eggini inn, og tá omman seinni fer at kóka egg, verður hann frá sær sjálvum, til hann sær, at eggini í grýtuni hava reyð tøl. Hann koyrir eggini hjá hananum í lumman og fer út, og skjótt brestur fyri nev í lummanum.
     Vit hoyra um upplivingarnar hjá abbanum og síðan um, hvussu hann sigur hinum frá teimum og hvussu tey reagera. Tá omman spyr, hvat tað er abbin hevur sett á plenuna, svarar abbin við orðunum hjá hananum, at tað er eitt hanahús, “...ein staksmátta, ein gamaldreingjaborg, eitt piparsveinabýli...”. Abbasonurin Pauli heldur, at abbin ljóðar sum lítlibeiggin. Tann skilagóði grannin, Hilmar lækni, er á skeivari leið, tá ið hann heldur pipp-ljóðið úr lummanum hjá abbanum vera ringitónan í fartelefon hansara. Bara 4 ára gamli Viggo góðtekur frásøgnina hjá abbanum men vil tó heldur siga frá sínum egnu ævintýrligu hugsanum og upplivingum enn lurta eftir abba sínum. Soleiðis tosar hvør úr sínum heraðshorni og fram við hvørjum øðrum.
     At enda tykist tó ein felags fatanarramma at vera ákomin: nú sær omman tann stóra vakra hanan og gevur loyvi til, at hann verður búgvandi. Hanin hevur frammanundan lovað at vera nakin - v.ø.o. ikki í smekkubuksum - og bara siga gogg, tá ið omman er hjá. Men Morgunfríði við tí ótilvitaðu ónolluni at enda allar setningar við “Og mamma” klárar ikki at halda tað seinna lyftið: hann tosar, meðan omman er hjá! Tann margraddaða talan, har hvør ber fram sín diskurs, heldur tískil á, og vit fáa nógv meira at hugsa um og flenna at, enn um bara ein rødd ráddi yvir øllum.
    

 

Tilnevningar til
Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðs 2015:

Føroyar
Elin á Rógvi. Marjun Reginsdóttir (myndir): Og mamma! Bókadeildin  2014

Grønland:
Naja Rosing-Asvid: Aqipi til sommerfest. Milik 2014

Ísland
Þórarinn Leifsson: Maðurinn sem hataði börn. Mál og menning 2014
Bergrún Íris Sævarsdóttir: Vinur minn, vindurinn. Töfraland 2014

Danmark
Jesper Wung-Sung: Ud med Knud. Forlaget Høst & Søn 2014
Mette Hegnhøj: Ella er mit navn vil du købe det? Forlaget Jensen og Dalgaard 2014

Finnland
Maria Turtschaninoff: Maresi. Krönikor från röda klostret. Schildts & Söderströms 2014
Marjatta Levanto & Julia Vuori (myndir): Leonardo oikealta vasemmalle (sv. týð.: Leonardo från höger till vänster). Teos 2014

Áland
Malin Klingenberg: Alberta Ensten och uppfinnarkungen. Fontana Media 2014

Svøríki
Jakob Wegelius: Mördarens apa. Bonnier Carlsen 2014
Frida Nilsson: Jagger, Jagger. Natur & Kultur 2014

Noreg
Simon Stranger: De som ikke finnes. Cappelen Damm 2014
Geir Gulliksen og Anna Fiske (myndir): Joel og Io.En kjærlighetshistorie. Cappelen Damm 2014

Sámaland
Veikko Holmberg. Sissel Horndal (myndir): Duvro-guovža ja skutermađii (no. týð.: Durrebjørnen og skuterløypa). Davvi Girji 2014