Brynhild Thomsen
21.01.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Røtur og veingir

Firouz Gaini fer í sínum professarafyrilestri hósdagin at røða um, hvønn leiklut heimið og staðið hevur fyri samleikan hjá ungdómi

Í fyrilestrinum verður hugt nærri at sambandinum millum stað ("place") og samleika í antropologiskari gransking. Antropologiska kjakið um mørk, rørslur og opinleika hevur latið upp fyri fyri nýggjum metingum av týdninginum og leiklutinum, ið eitt stað hevur fyri gerandislívið, trivnaðin og samleikan hjá fólki.

Hvar standa Føroyar í hesi myndini?
Við støði í síni ungdómsgransking úr Føroyum fer Firouz Gaini síðani at greiða frá, hvussu spurningar um flytføri, tilknýti, heim og (lívs-) møguleikar kunnu geva okkum betri innlit í føroysk viðurskifti á vegamótinum millum tað lokala/avmarkaða og tað globala/endaleysa.

Professarafyrilesturin verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju klokkan 14. Tiltakið er alment.