26.09.2013
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

RYE – tiltakið í Føroyum august 2013

Íverksetan, lykilin til búskarparligari framgongd


Føroyar tørva útbúnan ungdóm, men Føroyar tørva eisini ungar íverksetarar. Megna vit sum samfelag, at styrkja møguleikan hjá ungum at útbúgva seg, samstundis sum vit styrkja og stuðla undir møguleikan at ung gerast íverksetarar, eru vit væl ávegis einari góðari og sunnari samfelagsgongd. 

Hetta var boðskapurin á tiltakinum, ið Granskingardepilin fyri Samfelagsmennig skipaðið fyri í Østrøm tann 22. august. Tiltakið snúði seg um, at lata verkætlanina RYE – Rural Youth Entrepreneurship upp fyri almenninginum, herundir heimasíðuna, ið skal eggja og stuðla ungum at menna síni hugskot til verulig virkir.  

Luttakararnir á fundinum vóru umframt samstarvspartarnir úr Norður Írlandi, Grønlandi og Finnlandi, eisini umboð fyri stovnar og politiska myndugleikan, ungfólk og onnur við áhuga fyri íverksetan.

Løgmaður Kai Leo Holm Johannesen, ið var boðin at lata RYE verkætlanina upp fyri almenninginum, segði m.a. í sínari røðu, at: ”vinnuligur framburður verður júst skaptur av fólki, sum hava hug, áræði og dirvi at fylgja sínum dreymum og sínum vinnuhugskotum allan vegin, frá tanka til veruligan marknað”. 

Løgmaður segði eisini, at: ”vit, sum umboða landsins myndugleikar, royna at skapa góðar karmar fyri íverksetan. Soleiðis at íverksetarar kunnu hava góð kor til at koma fram og menna sínar dreymar og ætlanir. Tað er gleðiligt, at Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er patur av hesi altjóða RYE verkætlan, ið knýtir saman ungar íverksetarar og menning av útjaðaranum. Vónandi fáa vit við slíkum verkætlanum sum hesi, skapt hugskot og eldhuga til at styrkja útjaðaran og leggja lunnar undir nógvar komandi íverksetarar. 

Tiltakið endaði við, at høvi var hjá øllum, at fáa orðið á ungu íverksetararnar úr Írlandi, Grønlandi, Finnlandi og Føroyum, ið luttóku sum partar av RYE tiltakinum í Føroyum. 

Nú verkætlanin er latin upp til almenna nýtslu, verður skipað fyri kunning, skeið og øðrum tiltøkum, í øllum luttakandi londunum. Lagt verður upp til, at so nógv ungfólk sum til ber, fara at royna heimasíðuna og geva kritik, so hon kann gerast betur. Harnæst er málið, at skipa neyvt samstarv millum allar partar, ið hava við ung og íverksetan at gera. Hetta fyri at hvørt einstakt land fær ein felags pall at menna íverksetan á, bæði skipanarliga, fakliga og fíggjarliga. Umframt hetta, meta vit, at stórir fyrimunir eru í einum netverkið landana millum.

Verkætlanin er ein NPP verkætlan: http://www.northernperiphery.eu