20.06.2014
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

SACS – Altjóða skeið í landgrunsrætti á Fróðskaparsetri Føroya

Í næstu viku verður skipað fyri einum altjóða summarskeiði um landgrunsrætt á Fróðskaparsetri Føroya. Skeiðsheitið er Summer Academy on the Continental Shelf (SACS).



Endamálið við hesum skeiði er at veita innlit í altjóðarættarlig og vísindalig atlit, ið eru grundleggjandi fyri rættarreglurnar í tilknýti til landgrunnin.


Tíggju lærarar verða á SACS. Teir telja altjóða havrættardómarar, limir í landgrunsnevnd Sameindu Tjóða og í altjóða havbotnsmyndugleikanum hjá ST umframt aðrar føroyskar og útlendskar serfrøðingar í havrætti og jarðvísundum við altjóða royndum innan landgrunsrættindi og marknaseting.


Teir 28 skeiðsluttakararnir, ið koma frá 22 ymiskum londum úr øllum heimspørtum, hava serligan áhuga og royndir við atliti at landgrunsrætti – antin gjøgnum hægri lesnað og gransking ella gjøgnum viðkomandi politiskt og annað arbeiði.


Summarskeiðið verður sett komandi sunnudag 22. juni og endar við skrivligari roynd fríggjadagin 27. juni.
Summarskeiðið verður stuðlað av Statoil.

 

Meira fæst at vita um summarskeiðið her