Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur fer aftur at vegleiða lesandi, og nu fáa starvsfólk eisini høvi at hoyra hansara ráð (Foto: Birgir Kruse)
Brynhild Thomsen
24.04.2020
Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin Til lesandi Setursskrivstovan Lestrarskrivstovan
Skriva út

Sálarfrøðilig vegleiðing verður nú aftur

Hósdagin fer sálarfrøðingur aftur at ráðgeva lesandi um, hvussu tamarhald kann fáast á ógagnligar mentalar mekanismur í undantaksstøðuni, sum valdar. Starvsfólk fáa nú eisini sama tilboð

Hósdagin 30. apríl fáa lesandi á Setrinum aftur høvi til at hitta Kristian Eli Andersen, sálarfrøðing, sum hevur góð ráð um, hvussu vit kunnu bøta um okkara støðufesti og mentalu heilsu í tí undantaksstøðuni, sum valdar við COVID-19. Sama dag fáa starvsfólk eisini sama tilboð.

Eins og 2. apríl, tá lestrarvegleiðararnir fyriskipaðu fyrsta sálarfrøðiliga tiltakið, verða báðar vegleiðingarnar talgildar á zoom.

Kristian Eli Andersen, sum er serfrøðingur í metakognitivari terapi, hevur sína fyrru framløgu klokkan 10 hósdagin 30. apríl fyri lesandi og ta seinnu klokkan 11 fyri starvsfólki.

Hvør framløga verður hálvan tíma, og síðani verða spuringar og kjak.

Í framløguni fáa lesandi og starvsfólk vitan um tær ógagnligu mentalu mekanismurnar, sum ofta stinga seg upp í svárum støðum. Harumframt fer Kristian Eli Andersen at greiða frá, hvussu til ber at broyta hesar mentalu mekanismur, soleiðis at gjørligt verður at trívast og fáa tamarhald á avbjóðingum, hóast nógv stendur á.

Endamálið er at geva lesandi og starvsfólki nøkur ítøkilig amboð, so lættari verður at savna seg um lesturin og arbeiðið og avrika á besta hátt.

Lesandi og starvsfólk fáa zoom-leinki til framløgurnar í teldubrævi.