University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kristian Eli Andersen Birgir Kruse eigur myndina (2).JPG

Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur fer at geva lesandi amboð at brúka í undantaksstøðuni, sum nú valdar (Foto: Birgir Kruse)

Brynhild Thomsen
01.04.2020
Setrið Til lesandi Lestrarskrivstovan

Sálarfrøðingur vegleiðir lesandi

Í morgin 2. apríl fáa øll lesandi høvi til at hitta Kristian Eli Andersen, sálarfrøðing, sum hevur góð ráð um, hvussu tamarhald kann fáast á ógagnligar mentalar mekanismur

Tað eru lestrarvegleiðararnir á Setrinum, sum hava boðið sálarfrøðinginum á talgildan fund á zoom í morgin fyrrapart.

Kristian Eli Andersen, sum er serfrøðingur í metakognitivari terapi, fer at hava tvær framløgur. Onnur verður klokkan 10 á enskum, og hin klokkan 11 á føroyskum. Hvør framløga verður hálvan tíma, og síðani fáa lesandi høvi at seta spurningar í 15 minuttir.

Í framløguni fáa lesandi vitan um tær ógagnligu mentalu mekanismurnar, sum ofta stinga seg upp í svárum støðum. Harumframt fer Kristian Eli Andersen at greiða frá, hvussu lesandi kunnu broyta mentalu mekanismurnar, soleiðis at gjørligt verður at trívast og fáa tamarhald á avbjóðingunum, hóast nógv stendur á.

Endamálið er at geva lesandi nøkur ítøkilig amboð, so lættari verður at savna seg um lesturin og avrika á besta hátt.

Eisini verður tosað um at handfara truplar tankar og kenslur, soleiðis at hesar ikki sleppa at stýra  uppmerkseminum og atferðini.

Lestrarvegleiðararnir, Kirstin, Johild og Paulina hava sent lesandi upplýsingar og leinki til fundin í teldubrævi.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum