Brynhild Thomsen
16.12.2019
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

Sambandið millum tarmin og Parkinson skal kannast

Maria Skaalum Petersen, lektari og leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking fer at brúka sín granskingarstuðul til at granska í sambandinum millum tarmbakteriur og Parkinson

Í síðstu viku kom játtanin. Maria Skaalum Petersen hevur fingið 851.734 krónur frá Sjúkrakassagrunninum til verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum við heitinum “Mikrobiom og Parkinson’s sjúka”.

Hetta er ein verkætlan, har Maria Skaalum Petersen fer at leggja sambandið millum tarmbakteriur og Parkinson-sjúkuna undir lupp.

- Tær óteljandi bakteriunar, sum eru í okkara kroppi, gera annað og meira enn bert at sodna okkara mat. Gransking bendir á, at bakteriurnar í tarmunum eru í beinleiðis sambandi við heilan, og at javnvágin millum góðar og minni góðar bakteriur kann hava ávirkan á sjúkur, m.a. Parkinson sjúku. Endamálið við hesi verkætlanini er at kanna, um persónar, sum hava Parkinson sjúku, hava aðra bakteriusamanseting, samanborið við fólk, sum ikki hava sjúkuna. Eisini vilja vit kanna, um/hvussu Parkinson-heilivágur ávirkar tarmflora’ina. Vit vænta at fáa nýggja vitan um grundirnar til, at ein fær Parkinson sjúkuna. Vitan, sum við tíðini vónandi kann hava við sær nýggja og betri viðgerð til frama fyri sjúklingarnar, sigur granskarin.

Samstarvið er ment nógv

Maria Skaalum Petersen er, sum nevnt, eisini leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking. Hon sigur, at tætta samstarvið, sum nú er í heilsugranskingarumhvørvinum í Føroyum, ber langt fram á leið.

- Ja, eg haldi, at depilin hevur gjørt stóran mun. Samstarvið millum Landssjúkrahúsið, Setrið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er betri og nógv tættari enn áður. Hetta síggja vit m.a. í fleiri vísindaligum greinum, har granskarar frá tveimum ella øllum trimum stovnunum eru við, sigur Maria Skaalum Petersen og leggur afturat:

- Ætlanin er at gera hendan virtuella pallin meira eyðsýndan í tí almenna rúminum.