Samd um stuðul til Ukraina og NATO - ósamd um samstarv við Russland
Ein meiriluti av føroyingum tekur undir við átøkunum hjá Føroya Landsstýri í sambandi við kríggið í Ukraina. Bæði tá talan er um at fordøma russiska álopskríggið alment, senda pengar til Ukraina, taka ímóti ukrainskum flóttafólki og avmarka atgongd hjá russiskum skipum til føroyskar havnir.
Ein meiriluti heldur eisini, at Føroyar skulu vera partur av NATO og vesturheiminum í uttanríkis- og trygdarpolitiskum viðurskiftum. Tó merkir hetta ikki neyðturviliga, at ein meiriluti er ímóti eini fiskiveiðuavtalu við Russland.
Føroyska veljarafjøldin er nevniliga ósamd í spurninginum um framhaldandi fiskiveiðusamstarv við Russland.
Hetta eru nakrar av niðurstøðunum í kanning, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur gjørt saman við greiningarfyritøkuni Lóðuri. Kanningin varð gjørd í mai 2024, og úrslitini løgd fram á almennum tiltaki á Søgu- og samfelagsdeildini seinast í mai. Nøkur av høvuðsúrslitunum eru nú savnað í hesi frágreiðing, sum leinki er til niðanfyri.
Kanningin er stuðlað av týska felagsskapinum Konrad Adenauer Stiftung, og greiningarfyritøkan Lóður hevur havt ábyrgdina av at savna saman dátur. 678 luttakarar hava svarað spurningunum, og kanningin er umboðandi viðvíkjandi kyni, aldursbólkum og landafrøðiligum bústaði.
Hetta er onnur kanningin um fólksligan hugburð til uttanríkis- og trygdarpolitisk viðurskifti hjá Søgu- og samfelagsdeildini.
Í november 2021 – stutt áðrenn russisku innrásina í Ukraina februar 2022 – gjørdi deildin eisini kanning um sama evnið, og í nýggju kanningini frá 2024 eru nakrir av somu spurningunum brúktir umaftur.
Nýggja kanningin vísir, at føroyski veljarin í størri mun stuðlar føroyskum samstarvi við NATO og vesturheimin í 2024 samanborið við 2021. Samstundis halda færri, at Føroyar skulu vera neutralar ella uttanveltaðar í uttanríkis- og trygdarpolitiskum viðurskiftum. Kortini vísir kanningin eisini, at bara helvtin av føroyingum stuðlar hernaðarvenjingum og øðrum hernaðarligum virksemi í føroyskum øki.
Tað er Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á fróðskaparsetri Føroya, ið hevur havt ábyrgdina av kanningini.
Lesið meira um úrslitini í frágreiðingini her.
- 07.10.2024 Setrið FøroyamálsdeildinHví skulu vit lesa Heðin Brú í dag?Bergur Djurhuus Hansen helt hesa røðuna á Sandi 28. septe...
- 07.10.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi LestrarskrivstovanSøk um upptøku gjøgnum VanganSum nakað nýtt skulu fólk, sum søkja um lestrarpláss á Fr...
- 04.10.2024 Setrið NámsvísindadeildinNámsvísindadeildin upp í NTI-netverkiðNámsvísindadeildin verður partur av áhugaverdum norðurlen...