23.10.2018
Setrið
Skriva út

Sameindu Tjóðir í 21. øld

Alment tiltak í samband við ST-dagin 24. oktober

24. oktober, á sjálvum ST-degnum, skipa Uttanríkis- og vinnumálaráðið (UVMR) og Fróðskaparsetur Føroya fyri almennum tiltaki um leiklutin hjá ST í 21. øld og um ST-heimsmálini fyri burðardygga menning.

Í ár hátíðarheldur ST, at 70 ár eru liðin síðani Heimsyvirlýsingin um mannarættindi var samtykt. Í eini tíð har fleirlandasambond og samstarv í millumtjóðafelagsskapum stendur fyri stórum avbjóðingum, er ST farið undir eitt av sínum størstu átøkunum higartil, burðardyggu menningarmálini. Hvør er og verður tí leikluturin hjá Sameindu Tjóðum á altjóða pallinum í 21. øld?

Henda og aðrar spurningar fer Árni Snævarr, kunningarráðgevi fyri Norðurlond á UNRIC – United Nations Regional Information Centre for Western Europe í Brússel at umrøða í fyrilestri. Árni Snævarr er íslendingur og upprunaliga tíðindamaður. Í 2002 vann hann íslendsku film- og sjónvarpsheiðurslønina Edda. Les meir um UNRIC á www.unric.com.

Eftir fyrilesturin verður orðaskifti um leiklutin hjá ST í 21. øld.

Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin.

Skrá:

  • 1600          Herálvur Joensen, aðalstjóri, Uttanríkis- og vinnumálaráðið, innleiðir um ST og Føroyar
  • 1610          Árni Snævarr heldur framløgu (á enskum):
    “At a time of serious challenges to multilateralism the United Nations is engaged in one of its biggest global projects ever, the Global Goals for Sustainable Development, and celebrates the 70th anniversary of the most important human rights document of all times, the Universal Declaration of Human Rights.   UN Information Officer, Árni Snævarr will talk about the UN in the 21st century.”
  • 1650          Orðaskifti: Sameindu Tjóðir í 21. øld
    • Árni Snævarr, UNRIC
    • Herálvur Joensen, aðalstjóri, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið
    • Helena Dam á Neystabø, løgtingslimur
    • Jens Christian Svabo Justinussen, ph.d., lektari í samfelagsvísindum
  • Orðstýrari: Kate Sanderson, Uttanríkistænastan (UVMR)
  • 1730          Móttøka

Dagur & tíð:          24. oktober 2018, kl. 1600

Staður:                  Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju

Fyriskiparar:         Uttanríkis- og vinnumálaráðið & Fróðskaparsetur Føroya