University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Samleikin hjá ungum oyggjabúgvum
12.02.2018
Til lesandi Søgu- og samfelagsdeildin

Samleikin hjá ungum oyggjabúgvum

Firouz Gaini, lektari í antropologi og samfelagsvísindum á Søgu- og Samfelagsdeildini, hevur eina grein í nýggjastu útgávuni av tíðarritinum JORDENS FOLK, sum Dansk Etnografisk Forening gevur út.


Greinin, ið kallast "Små steder – store drømme", lýsir eitt fjarskotið japanskt oyggjasamfelag úr sjónarhorninum hjá 15-18 ára gomlum ungdómi. Tilfarið varð savnað saman á Oki-oyggjunum á heysti 2015.

Greinin hyggur nærri at lokala samleikanum og framtíðartonkunum hjá teimum ungu – hvar tey ætla sær at lesa víðari og arbeiða, hvar tey ætla sær at búgva, o.s.fr. Endamálið við verkætlanini var at fáa betri innlit í sjónarmiðini hjá teimum ungu viðvíkjandi spurningum um t.d. burðardygga samfelagsmenning, lokala mentan og søgu, og flytføri (til- og fráflyting). Andsøgnin er, sum Godfrey Baldacchino nevnir í einum teksti, at smáar oyggjar bæði kunnu umboða paradís og fongsul, bæði kunnu vera opnar og stongdar. Og hetta ávirkar samleikan hjá oyggjabúgvum.

Firouz Gaini hevði herfyri framløgu um somu rannsóknarferð á ráðstevnuni Gransking í Føroyum 2017, ið var hildin í Norðurlandahúsinum. Hann varð eisini bjóðaður at halda fyrilestur um hetta forvitnisliga føroysk-japanska samstarvið innan samfelagsvísindi á  EAJRS (European Association of Japanese Resource Specialists) ráðstevnuni, sum var hildin á universitetinum í Oslo á heysti 2017. Seinni í ár skal Firouz Gaini til Japans at gera eina nýggja etnografiska kanning, sum eisini hyggur at framtíðini hjá oyggjaungdómi.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  2. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  3. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun