Jóna Ólavsdóttir framman fyri plakat av tíðarritinum, Nature-Based Solutions, sum Elsevier gevur út
Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst
Skulu náttúrugrundaðar loysnir veruliga muna í arbeiðinum við veðurlagi, lívfrøðiligum margfeldi og øðrum umhvørvistrupulleikum, so er avgerandi at fáa tey røttu fólkini við. Men aðrar forðingar mugu eisini havast í huga
Hetta er ein av høvuðsniðurstøðunum í nýggjari vísindaligari grein, sum Jóna Ólavsdóttir, ph.d.-lesandi, og aðrir granskarar hava skrivað.
Náttúrugrundaðar loysnir – Nature-based Solutions – er eitt hugtak, sum verður brúkt, tá talan er um at fáa náttúruna sjálva til at loysa ella bøta um umhvørvistrupulleikar. Tað kann til dømis vera at endurskapa vátlendi, verja og endurbøta vistskipanir ella brúka grønar og bláar loysnir til at verja móti avleiðingunum av veðurlagsbroytingum.
Hóast náttúrugrundaðar loysnir hava fingið alsamt størri politiska undirtøku, so er mangan langt frá politiskum málum til at fáa munagóð átøk sett í verk. Granskararnir hava tí kannað, hvørjar forðingar ganga aftur, og hvønn týdning samstarv við borgarar, myndugleikar, vinnulív, felagsskapir og aðrar áhugapartar kann hava.
Greinin byggir á eina skipaða gjøgnumgongd av 82 europeiskum vísindaligum kanningum.
Granskararnir eyðmerkja tíggju afturvendandi forðingar. Millum tær tyngstu er óvissa um, hvussu væl náttúrugrundaðar loysnir í royndum virka, trupulleikar við fígging og vantandi vitan og førleikar. Manglandi samstarv, stovnslig “silo-mentan”, óhóskandi regluverk og avbjóðingar við eftirliti og viðlíkahaldi kunnu somuleiðis forða fyri, at loysnir verða settar í verk.
Gjøgnumgongdin vísir samstundis, at luttøka frá viðkomandi pørtum kann hava fleiri fyrimunir við sær. Hon kann økja um vitan og felags fatan, skapa álit og undirtøku, betra samskipanina og føra til nýggjar og betri loysnir. Tá fólk verða tikin við í avgerðirnar, kann tað eisini skapa størri ognarskap og minka um mótstøðu og illvilja.
Serliga kann hetta muna, tá forðingar stava frá manglandi samstarvi og stýring. Men granskararnir ávara samstundis um, at ein ikki skal halda, at luttøka og samstarv loysir alt. Manglandi fígging, óhóskandi lóggáva og avmarkað øki krevja eisini politiskar avgerðir, fíggjarligar raðfestingar og stovnsligar broytingar.
Greinin, “The potential of stakeholder involvement to address barriers to nature-based solutions in Europe: A systematic literature review", er útgivin í vísindaliga tíðarritinum Nature-Based Solutions, sum Elsevier gevur út.
Høvundar eru Jóna Ólavsdóttir, Aarhus Universitet/Fróðskaparsetur Føroya, Anders Branth Pedersen, Aarhus Universitet, Jens Christian Svabo Justinussen, Fróðskaparsetur Føroya og Nikolai Friberg, Aarhus Universitet.
Lesið greinina HER.