Brynhild Thomsen
20.12.2019
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Samstarv um føroyskt á universitetinum í Keypmannahavn

Verkætlanin fer at styrkja kunnleikan til føroyskt á universitetinum Keypmannahavn og at stimbra samstarvið millum granskarar á Fróðskaparsetrinum og KU

Fróðskaparsetrið verður partur av einari 3-ára verkætlan, sum fer at snúgva seg um føroyskt mál og mentanarligar, bókmentaligar og politiskar samanhangir, sum Føroyar verða sæddar í.

Avtalan letur upp fyri nýggjum samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Keypmannahavnar Universitet

Í donsku fíggjarlógini eru fimm milliónir krónur settar av til eitt lektarastarv og eina ph.d.-verkætlan í føroyskum á KU. Fróðskaparsetrið fer at samstarva við KU um, hvussu 3-ára verkætlanin verður sett í verk, og samstarv fer sannlíkt at verða um partar av undirvísingini og granskingini.

Verkætlanin fer at styrkja kunnleikan til føroyskt á universitetinum Keypmannahavn. Og ikki minst fer økta virksemið at geva ungum lesandi við áhuga fyri norðurlendskum málum betri møguleikar fyri at kunna seg um føroyskt. Harumframt fer verkætlanin væntandi at styrkja samstarvið millum mál- og bókmentagranskarar á KU og Fróðskaparsetrinum.

Neyvari lýsing av verkætlanini verður gjørd í komandi ári.