University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Samstarvsavtala við Universitetið í Modena og Reggio Emilia um gransking og útbúgving
02.05.2018
Námsvísindadeildin

Samstarvsavtala við Universitetið í Modena og Reggio Emilia um gransking og útbúgving

Í farnu viku kom í gildi samstarvsavtala millum Fróðskaparsetur Føroya og Universitetið í Modena og Reggio Emilia.


Í avtaluni eru nevnd 6 øki, sum sáttmálin leggur seg eftir:
• Menning av felags granskingarverkætlanum
• Starvsfólkabýti
• Lestrarferðir og -verkætlanir
• Skiftislesnaður
• Umbýti av vísindaligari dokumentasjón, útgávum og KT-loysnum
• Tilrættalegging av ráðstevnum og vísindaligum fundum


Í avtaluni er staðfest, at neyðugt er at útvega egna fígging fyri at kunna gagnnýta møguleikarnar í sáttmálanum, men at vitjandi starvsfólk skulu hava somu trygd og kunning, sum heimahoyrandi starvsfólkini.

Universitetið í Modena og Reggio Emilia hevur góð 21.000 lesandi, harav tey 2.000 koma úr øðrum londum.

Samstarvsavtalan kom í lag í sambandi við ráðstevnuna “Gransking í Føroyum”, sum Fróðskaparfelag Føroya skipaði fyri í november 2017. Til hesa ráðstevnu komu limir úr italska fróðskaparfelagnum Accademia del Frignano ‘Lo Scoltenna’, sum Fróðskaparfelag Føroya hevur samstarvsavtalu við.


Í sambandi við ráðstevnuluttøkuna varð fyrsta stig tikið at fáa eina beinleiðis samstarvsavtalu millum universitetini í Føroyum og Modena og Reggio Emilia, sum eru økini har nevndu fróðskaparfeløg halda til.

Námsvísindi, heilsuvísindi og veðurlagsgransking eru evni, sum bæði universitetini hava á skránni, og sum tí eru sjálvsøgd at byrja við.



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya