University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Sandra Saxov Lamhauge Staðið Phd Klipt 27012026
28.01.2026
Setrið Føroyamálsdeildin

Sandra Saxov Lamhauge staðið ph.d.

Í gjár 27. januar 2026 vardi Sandra Saxov Lamhauge ph.d.-ritgerð sína við heitinum “A sociophonetic study of preaspiration and sonorant devoicing in Faroese”

Ph.d.-verjan, sum var í Kongshøll á Vestaru Bryggju, gekk væl, og Sandra Saxov Lamhauge fekk góð ummæli.

Fleiri ferðir varð sagt, at hon eigur at geva kapitlar í ritgerðini út sum serskildar vísindaligar greinar, tí granskingin ikki er gjørd áður og gevur nýtt íkast til granskingarøkið.

Undir verjuni varð nógv sagt um dialektir, og hvat tað er, sum ger, hvussu fólk fata eina dialekt; m.a. hví fólk halda eina dialekt vera sjarmerandi ella ikki. 

“Ritgerðin fer at standa sum framúrskarandi avrik at samanbera við og er eitt munadygt íkast til føroyskan fonetikk”, segði ein í dómsnevndini m.a.

Lesið meira her: https://www.setur.fo/.../phd-verja-sandra-saxov-lamhauge

Hoyrið eisini samrøðuna hjá KVF við Sandru 25. november 2024 í sendingini Orðaval um dialektir og úttalu her

Vit ynskja Sandru hjartaliga til lukku við ph.d.-heitinum!

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving