30.05.2023
Setrið
Skriva út

Seks verkætlanir við tilknýti til Setrið fingið stuðul

Seks granskingarverkætlanir, sum hava tilknýti til Fróðskaparsetur Føroya, eru millum tær, ið nú hava fingið stuðul frá Granskingarráðnum

Tólv verkætlanir hava fingið tilsamans góðar 8,2 milliónir krónur í stuðli frá Granskingarráðnum, nú ráðið hevur viðgjørt og svarað umsóknunum. Seks av verkætlanunum hava tilknýti til Fróðskaparsetrið, og tær hava fingið tilsamans 4,155 milliónir krónur.

Tilsamans komu 33 umsóknir inn til árligu freistina í februar, og søkt varð um góðar 30 milliónir krónur. Av teimum 12 verkætlanunum, sum hava fingið stuðul, eru fimm ph.d.-verkætlanir. Av verkætlanarleiðarunum eru fimm menn og sjey kvinnur.

Tað er faknevndin fyri stuðli til gransking, sum hevur gjørt av, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast. Tey hava grundað avgerðirnar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.

Nevndin fegnaðist um, at umsóknirnar í ár vóru á sera høgum stigi, skrivar Granskingarráðið. Hetta hevur verið gongdin seinnu árini og boðar frá góðari menning í granskingarumhvørvinum.

7,5 milliónir krónur vóru tøkar á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til gransking í ár. Játtanin hevur verið óbroytt í fleiri ár. Avlop frá lidnum og steðgaðum verkætlanum varð játtað aftur, tí var samlaða játtanin um 8,2 milliónir krónur.

Stuðul er latin til hesar verkætlanir

Tórur Sjúrðarson: "Ávirkan av viðgerð við statinum á tillagingar til kropsliga venjing hjá sjúklingum í statin-viðgerð".
Verkætlan á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum - 875.000 kr.

Vár Honnudóttir: ”Sosialur ójavni í heilsu í Føroyum”.
Ph.d.-verkætlan á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum og Fólkaheilsustýrinum – 585.000 kr.

Knud Simonsen: “Kortleggjan av økjum við ódligum rák-aldu samanspæli í Føroyum”
Verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – 855.000 kr.

Sonja Olsen: ” Skiftið frá dagstovni í skúla og tey krøv og sýn uppá læring, sum føroysk børn møta í skiftinum.”
Ph.d.-verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – 500.000 kr.

Elsa Helmsdal: ”Kanning av kunningini tey seinastu 40 árini viðvíkjandi dálkingarevnum í grind”.
Ph.d.-verkætlan í Granskingareindin í Sjúkrahúsverkinum og á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum – 480.000 kr.

Karin Margretha Húsgarð Larsen: ”Thermohalina rákið gjøgnum føroyskt sjóøki”.
Ph.d.-verkætlan á Havstovuni, DMI og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – 860.000 kr.

Eina H. Eliasen: ”Forsagnir og fylgir av at eldast. 3. kanning av føroysku sjeytiára kohortuni”.
Verkætlan í Granskingareindin í Sjúkrahúsverkinum – 650.000 kr.

Arnfinnur Kallsberg: ” Sjúkuelvandi serotypir av Pneumokokkum og broyting í berara- og sjúkutíttleika hjá børnum í Føroyum”.
Ph.d.-verkætlan hjá Thetis og Roskilde Universitet – 650.000 kr.

Rob Thomas: ”Kanning av sjófugli í Atlantshavi - Hvørji árin kunnu ljósdálking og virksemi á sjógvi hava á náttarvirknan sjófugl í Landnyrðingsatlantshavi?”
Verkætlan á Cardiff University and Eco-explore Community Interest Company í samstarvi við Umhvørvisstovuna – 610.000 kr.

Debes H. Christiansen: “RASPOX – Heilgenom-sekvensering av laksakoppavirus”.
Verkætlan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni – 630.000 kr.

Óluva R. Eidesgaard: “Kanningar av grundvatns-menningarmøguleikum í Føroyum”.
Verkætlan á Jarðfeingi – 735.000 kr.

Birgitta Andreasen: “Atkomuligur botnfellismyndil til betri umhvørvisráðlegging”.
Verkætlan á Fiskaaling – 800.000 kr.