University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Seminar um 1800-talið
26.02.2015
Søgu- og samfelagsdeildin

Seminar um 1800-talið

Týsdagin 3. og mikudagin 4. mars verður seminar á Søgu- og Samfelagsdeildini um Føroyar í 1800-talinum.


Seminarið er liður í verkætlan, sum deildin hevur fingið granskingarstuðul til frá Granskingarráði Føroya.

Á seminarinum verða løgd fram fyribils úrslit frá hesum arbeiði. Harumframt luttaka tveir danskir granskarar. Flemming Mikkelsen er søguligur sosiologur og hevur í nógv ár arbeitt við, hvønn týdning sosialar rørslur hava havt fyri samfelagsmenningina. Per Boje er økonomiskur søgufrøðingur og arbeiðir við stórari verkætlan um, hvørji viðurskifti skaptu eitt Danmark við høgum vælstandi.

Á seminarinum verða eisini løgd fram nøkur úrslit um føroyska politiska søgu, um føroyska vinnusøgu og um fátækradømi. Seminarið verður á donskum, og programmið sæst her.

Hevur tú áhuga at vera við, ert tú vælkomin at skriva til gesturh(at)setur.fo ella tinakj@setur.f

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025