Heini í Skorini hevur samskrivað grein um sensur í granskingartíðarriti
Martin N. Simonsen
25.02.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Sensurur frá høgru og vinstru: Nýggj grein um religión og sensur

Heini í Skorini hevur saman við Torben Myrberg skrivað grein um sensur, sum verður løgd fram í dag á nýggjum granskingardepli á Københavns Universitet

Seinnu árini er kravið um herda altjóða lóggávu ímóti blasfemi og religiónskritikki vaksið. Krøvini um sensur koma frá sera ymiskum aktørum við sera ymiskum politiskum dagsskráum, t.d. frá islamiskum londum og felagsskapum, frá konservativum aktørum á høgravonginum og frá “identitetspolitiskum” røddum á vinstravonginum. Seinnu árini hevur Evropeiski Mannarættindadómstólurin eisini givið londum viðhald, sum framvegis praktisera lóggávu ímóti blasfemi.

Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur saman við Torben Dyrberg, professara á Roskilde Universitetscenter, skrivað nýggja vísindaliga grein í tíðarritið Journal of Political Ideologies. Greinin snýr seg um, hvussu ymisk sløg av sensuri avmarka rættin til at hugsa og samskifta frítt um átrúnaðarlig viðurskifti, og hvaðani krøvini um øktan sensur stava, og hvat eyðkennir grundgevingarnar fyri at skerja talufrælsið.

Í dag, fríggjadagin 25. februar, verður greinin løgd fram á nýggja granskingardeplinum á Københavns Universitet, Crown Princess Mary Center, sum herfyri varð stovnað í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá krúnprinsessu Mary.

Heini í Skorini er partur av einum granskingarbólki á nýggja granskingardeplinum, sum skal kanna, hvussu spenningarnir millum talufrælsi, religión og blasfemi skapa nýggjar altjóða konfliktir.

Sí meira um granskingarbólkin her:

https://marycenter.ku.dk/aktiviteter-og-netvaerk/forskningsprojekter/blasfemi-i-global-forandring/

Samandráttur av greinini á enskum:

”The tensions between free speech and religious sensitivities are an ongoing source of political conflict, both within Western democracies and within the UN human rights system where rivalling states compete to define the limits of freedom of expression. Examining the debate on free speech and its limits in the context of the Charlie Hebdo massacre in Paris in 2015 and the Danish cartoon affair in 2005, this article analyzes the discursive similarities between secular critics of religious satire and Muslim-majority states in the UN. In both cases, censorship is justified on the basis of combating racism, hate speech, intolerance and related human rights violations. Instead of applying theological doctrines and religious language, the article shows how the Organization of Islamic Cooperation (OIC) is gradually adopting secular and leftist mainstream human rights language in its quest to install new international censorship norms.”