University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Serfrøðingur innan sosialt arbeiði og fyribyrgjan av rúsevnismisnýtslu vitjar Søgu-og Samfelagsdeildina hesa vikuna
10.10.2012
Søgu- og samfelagsdeildin

Serfrøðingur innan sosialt arbeiði og fyribyrgjan av rúsevnismisnýtslu vitjar Søgu-og Samfelagsdeildina hesa vikuna

Finn Laursen er ein av teimum fáu, sum hava undirvíst og granskað innan sosial viðurskifti bæði í Danmark, Grønlandi og í Føroyum. Eisini kennur hann allar partar av ríksifelagsskapinum innanífrá


Finn Laursen, sosiologur og serfrøðingur innan sosialt arbeiði, Aalborg Universitet, vitjar í hesum døgum á Søgu- og Samfelagsdeildini, har hann undirvísir Bachelor lesandi innan samfelagsvísindi. Finn hevur drúgvar praktiskar og teoretiskar royndir og er útbúgvin sosialráðgevari og sosiologur.

Í sambandi við samstarvsavtalur millum Aalborg Universitet og Grønlands Universitet, Ilisimatursarfik, var Finn deildarleiðari á Afdeling for Sociale Forhold i Nuuk. Eftir vitjanini í Føroyum hevur hann undirvíst og granskað bæði í Danmark, Grønlandi og í Føroyum. Hann er sostatt ein serfrøðingur í sosialum viðurskiftum innan Ríkisfelagsskapin.
 
Finn granskar sosialt arbeiði, og sosialar trupulleikar, og hann hevur serligan áhuga í at menna hættir, sum kunnu fyribyrgja rúsevnismisnýtlsu millum ung.

Sí meira um Finn Laursen her:  http://personprofil.aau.dk/100338

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum