Debes Hammershaimb Christiansen greiðir frá genomkanningunum av koronu (Foto: B. Thomsen)
Brynhild Thomsen
04.10.2021
Setrið
Skriva út

Serlig viðurkenning til Debes og HFS

Á Vinnudegnum 2021 varð serlig viðurkenning latin Debesi Hammershaimb Christiansen og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fyri nærlagni og eldhug í sambandi við koronufarsóttina

Dónsnevndin, sum valdi at lata hesa serligu viðurkenning, grundgevur soleiðis fyri avgerðini:

"Dómsnevndin, sum velur Ársins Virki og Vinnuátakið, hevur í ár ynskt at geva eina serstaka viðurkenning til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna v/ Debesi H. Christiansen fyri tað megnararbeiðið, sum varð gjørt í sambandi við koronufarsóttina.

Áðrenn nakar í Føroyum gav sær stórvegis far um eina lúrandi heimsfarsótt, fyrireikaði Debes saman við øðrum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni seg uppá at vera tilbúgvin, um tað gjørdist neyðugt. Og vit mugu bara staðfesta, at tað gjørdist neyðugt!

Tað munnu verða fáir føroyingar, sum ikki hava hoyrt søguna um, hvussu royndirnar við at greina laksasjúkuna, ILA, vórðu nýttar sum grundarlag fyri at greina koronukanningar, tá farsóttin av fyrstan tíð rakti.

Mærsk Mckinney Møller, sáli, hevði verið stoltur av tí rættstundis nærlagni, sum varð sýnt í hesum føri.

Debes arbeiddi saman við øðrum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni nátt og dag at greina kanningar, og arbeiði teirra var eitt av týdningarmestu stigunum í bardaganum móti koronufarsáttini her á landi.

Henda eldhug og hetta nærlagnið hevur dómsnevndin valt at heiðra við einari serstakari viðurkenning."

Fróðskaparsetur Føroya ynskir Debesi og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hjartaliga til lukku við viðurkenningini.

Debes Hammershaimb Christiansen fekk í fjør Ársins miðlaheiðursløn frá Granskingarráðnum, tá Vísindavøka var í november 2020.

Lesið meira um tað her.

Lesið eisini greinina, Debes og virusfruktirnar av ættartrænum, her.