Janus Jensen
01.11.2011
Námsvísindadeildin
Skriva út

Sernámsfrøði á breddan

24. nov. verður eitt tiltak um sernámsfrøði við Niels Egelund, professara, og øðrum. Tiltakið verður á Læraraskúlanum og er ætlað lærarum og námsfrøðingum.


Frá skúlaárinum  2011/12 hava lesandi á Føroya læraraskúla millum annað møgleika at velja sernámsfrøði sum linjugrein. Í hesum sambandi skipar Læraraskúlin fyri áhugaverdum tiltaki við fyrilestrum og kjaki í læraraskúlahøllini hósdagin 24. november kl. 13.00 – 16.00

Tiltakið er ætlað sum kunning til lærarar og námsfrøðingar í skúlum og á dagstovnum og sum íblástur, bæði til hesi og til tey, sum skipa fyri útbúgvingunum á Læraraskúlanum.

Á skránni eru hesar framløgur:

Janus Jensen, kst. dekanur á Føroya læraraskúla:

 Stutt kunning um útbúgvingarnar á Føroya læraraskúla við  serligum  atliti at linjugreinunum 

Emmy Joensen, stjóri í Sernám:

 Støðan á sernámsfrøðiliga økinum í Føroyum – møguleikar og avbjóðingar.

Niels Egelund, stjóri í Center for strategisk uddannelsesforskning, DPU.

Hvat er sernámsfrøði, og hvussu verður  sernámsfrøðilig vitan sett í verk í skúlum og á dagstovnum?

Lagt verður eisini upp til kjak og spurningar, og vit vóna, at tiltakið á konstruktivan hátt kann vera til  at menna útbúgvingarnar á Føroya læraraskúla.