University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Sessión um matveitingartrygd og samstarv í Arktis
08.05.2018
Til lesandi Søgu- og samfelagsdeildin

Sessión um matveitingartrygd og samstarv í Arktis

Mikudagin 9. mai 11:00-11:45 skipar Fróðskaparsetrið í sambandi við Arctic Circle í Norðurlandahúsinum fyri sessión um matveitingartrygd og samstarv um matvøruframleiðslu í Arktis.


Til hesa sessión eru bjóðað Ragnheiður Thórarinsdóttir fyri Svinna úr Íslandi, David C. Natcher frá University of Saskatchewan, Søren Halling frá sp/f Næla og Andrass Holm Arge frá Búnaðarstovuni.

Hesa fara øll at hugleiða um og lýsa møguleikarnar fyri øktari matvøruframleiðslu í Arktis – og um hvussu londini í Arktis kunnu samstarva um júst hetta. Sessiónin er eitt samstarv millum Fróðskaparsetrið, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Tórshavnar Kommunu.

Leinki til skránna fyri Arctic Circle fæst HER

Nærri kunning fæst við at venda sær til Martin Mohr Olsen, MartinO(at)setur.fo

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  2. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

  3. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00