06.06.2018
Til lesandi Setursskrivstovan Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Setrið 4 av 10 verkætlanum við stuðli frá Granskingarráðnum

Á fundi 25. mai játtaði Granskingarnevndin stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir. Verkætlanirnar eru innan økini mentan og samfelag, náttúru og náttúrutilfeingi og heilsu. Til samans eru játtaðar 7.246.591 kr.


Av hesum 10 verkætlanum eru 4 ph.d.-verkætlanir á Fróðskaparsetri Føroya, tvær innan økini Mentan og samfelag og tvær innan Heilsu:

Mentan og samfelag

  • Sigri Gaini: Framsøgufrælsi og haturstala. Ph.d.-verkætlan á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - Játtan kr. 1.100.000
  • David Turesson: Íverksetanarumhvørvið í minni oyggjasamfeløgum – ein komparativ granskingarverkætlan av íverksetan í fíggjarligum framkomnum oyggjasamfeløgum. Ph.d.-verkætlan á Søgu og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - Játtan kr. 1.136.000

Heilsa

  • Nicolina Maria Ovadóttir:  Forðing av Phosphodiesterase 8A enzym fyri at minka um varandi bruna og krabbakyknuspreiðing. Verkætlan á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum - Játtan kr. 323.997
  • Ólavur Mortensen: Greining av genetiska fjølbroytninum hjá føroyingum  Ph.d.-verkætlan á Ílegusavninum, Fróðskaparsetrinum og Aarhus Universitet - Játtan kr. 947.019

Afturat hesum fýra verkætlanum er stuðul latin seks øðrum verkætlanum. Samanlagt 33 umsóknir vóru um stuðul og søkt varð um í alt 24 mill. kr. Kynsbýtið millum verkætlanarleiðarar er 6 kvinnur og 4 menn. Hesi arbeiða á stovnum og feløgum í Føroyum og í Danmark.

Næsta umsóknarfreist hjá Granskingargrunninum verður væntandi 15. februar 2019 kl. 12. Hetta er treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2019.