Náttúruvísindadeildin, KS
28.05.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Setrið á Fish Expo

Náttúruvísindadeildin og Havstovan hava felags bás á altjóða Fish Expo framsýningini við kunning um havgransking, útbúgvingar, og dreyminum um eitt nútímans havrannsóknarskip.


Á básinum hjá Náttúruvísindadeildini og Havstovuni stendur 3.5 m langa modellið av ætlaða havrannsóknarskipinum. Á dekkinum  standa teldur, sum sýna upptøkur frá sigling í royndarbrunninum, og HÚK skipanin, ið er ein GPS-plottari við streymkortum og fiskimiðum. Frammi á bakkanum er kunning um útbúgvingarmøguleikarnar á Náttúruvísindadeildini.

 

Akvarium og postara

Á básinum er eisini eitt akvarium við fiskum av landgrunninum, meðan dagliga virkið hjá Havstovuni verður sýnt við litføgrum myndum og sjónvarpssirpum. Á vegginum hanga plakatir, sum greiða frá um serliga toskin á Føroya Banka, orkuframleiðslu úr sjóvarfallinum, seismikkskjóting í Vestmannasundi og møguleikar fyri at gera eina alduvánatænastu í Føroyum.

 

Hoyr fiskarnar práta

Á básinum er eisini upptøkur av fiskatosi. Her meinast ikki við prát millum útróðrarmenn um fisk, men av práti millum fiskar. T.d er ein upptøka av tveimum hýsum, sum keglast um eitthvørt.

 

Fish Expo er í døgunum 27.-29. mai. Opið er klokkan 10-17, to fríggjadagin til klokkan 16.