University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2023-09-22 at 13-31-35 Facebook.png

So fantastiskt at hava so mong ung og eldri á gátt til Vísindavøku (Foto: Brynhild Thomsen)

Brynhild Thomsen
22.09.2023
Setrið

Setrið á tremur við vitanarsvongum stórum og smáum

Rættiligur festivalstemningur er í dag á Fróðskaparsetri Føroya á Vestaru Bryggju í Havn, nú ársins Vísindavøka er. Sí myndirnar niðanfyri

Vísindavøka 2023 hjá Granskingarráðnum, Setrinum og hinum granskingarstovnunum í Føroyum er í Sjóvinnuhúsinum í dag, og sum undirtøkan er góð, og sum stemningurin er frálíkur!

Í Kongshøll sita vaksin og eldri næmingar undir vísindaligum orðum frá granskarunum, sum hava viðkomandi og fjølbroyttar framløgur í hópatali.

Á Svalanum í Sjóvinnuhúsinum hava fólkaskúlanæmingar stór eygu og oyru, tí har verða spennandi undranarspurningar svaraðir av fúsum vaksnum.

Og úti í stóru garasjuni hjá Tórshavnar Havn er lív í við eksperimentum við eldi og turrísi og nógvum øðrum.

Vísindavøkan vísir, at vitan og gransking hava stóran áhuga hjá vaksnum, ungum og børnum í Føroyum, og eisini vísir hetta stóra tiltak á mongu dugnaligu granskararnar, sum arbeiða við at fáa nýggja vitan til vega.

Ein fantastiskur dagur, sum heldur fram seinnapartin.

Fylgið við stroyminum her.

Sí fleiri myndir á okkara facebook-vanga, "Fróðskaparsetur Føroya"

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving