
Setrið á tremur við vitanarsvongum stórum og smáum
Rættiligur festivalstemningur er í dag á Fróðskaparsetri Føroya á Vestaru Bryggju í Havn, nú ársins Vísindavøka er. Sí myndirnar niðanfyri
Vísindavøka 2023 hjá Granskingarráðnum, Setrinum og hinum granskingarstovnunum í Føroyum er í Sjóvinnuhúsinum í dag, og sum undirtøkan er góð, og sum stemningurin er frálíkur!
Í Kongshøll sita vaksin og eldri næmingar undir vísindaligum orðum frá granskarunum, sum hava viðkomandi og fjølbroyttar framløgur í hópatali.
Á Svalanum í Sjóvinnuhúsinum hava fólkaskúlanæmingar stór eygu og oyru, tí har verða spennandi undranarspurningar svaraðir av fúsum vaksnum.
Og úti í stóru garasjuni hjá Tórshavnar Havn er lív í við eksperimentum við eldi og turrísi og nógvum øðrum.
Vísindavøkan vísir, at vitan og gransking hava stóran áhuga hjá vaksnum, ungum og børnum í Føroyum, og eisini vísir hetta stóra tiltak á mongu dugnaligu granskararnar, sum arbeiða við at fáa nýggja vitan til vega.
Ein fantastiskur dagur, sum heldur fram seinnapartin.
Fylgið við stroyminum her.


















- 30.11.2023 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiEvstamark at søkja inn á sjúkrarøktarfrøðiÁ midnátt fríggjakvøldið 1. desember er umsóknarfreist at...
- 27.11.2023 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinPh.d.-skeið í granskingaretikki í smáum samfeløgum18-19. apríl 2024 verður spennandi ph.d.-skeið fyri núver...
- 23.11.2023 Setrið NáttúruvísindadeildinFyrsta vísindaliga greinin um allan arvastreingin hjá føroyingumHannes Gislason, professari á Náttúruvísindadeildini á Fr...