Skriva út

Setrið bjóðar út skeið um mannarættindi og religión í heyst

Seinast í august byrjar skeiðið ”Mannarættindi, religión og politikkur” á Søgu- og Samfelagsdeildini. Skeiðið telur 10 ECTS og er opið fyri almenninginum.


Hvat er ein mannarættur? Hvaðani stava idealini um t.d. trúarfrælsi, talufrælsi og javnrættindi? Nær er religión ein viðspælari, og nær er religión ein mótspælari, tá altjóða mannarættindi skulu setast í verk? Er tað yvirhøvur gjørligt at seta í verk universell rættindi í einum multikulturellum heimi við so fjølbroyttum mentanum, trúgv og tradisjónum? Ella eru øll rættindi relativ í mun til tíð, stað og lívsáskoðan?

Í heyst bjóðar Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya út skeið, sum ber heitið “Mannarættindi, religión og politikkur”. Hetta tvørvísindaliga skeiðið viðger samanspælið og spenningarnar ímillum religión og mannarættindi, og við aktuellum dømum úti og heima lýsir skeiðið tær tvístøður, sum eitt og hvørt samfelag má taka støðu til. Skeiðið viðger, hvussu altjóða normar verða til, hvussu mótstríðandi hugsjónir kappast um at mynda galdandi rætt, og hvussu hesar ósemjur mynda bæði altjóða og nasjonalan politikk.

Undirvísarar á skeiðinum vera m.a. Heini í Skorini, ph.d. í altjóða politikki, Jákup Reinert Hansen, ph.d. í gudfrøði, Hans Andrias Sølvará, ph.d. í søgu og Bárður Ísheim, MA í altjóða lóg. Talan er um eitt tvørvísindaligt skeið, sum kombinerar politiska teori, filosofi, søgu og løgfrøði. Endamálið er at geva teimum lesandi innlit í hugtøk og ástøði um mannarættindi og religión, og at skilja spenningarnar ímillum sekularisering og átrúnað, universalismu og relativismu, rættindi og skyldur, einstaklingin og samfelagið.

Skeiðið byrjar seinast í august, og seminarini eru á skrá mikudagar frá kl. 09-12. Skeiðið endar við munnligari próvtøku í desember. Talan er um valskeið fyri lesandi á Setrinum, og skeiðið verður boðið út fyri bæði BA-lesandi og MA-lesandi. Fyri onnur kostar skeiðið 2.000 krónur. Tað er avmarkað atgongd, og áhugað kunnu venda sær til heinis(at)setur.fo.