Helle Ussing Timm er serkønur granskari í linnandi røkt av doyggjandi og viðgerð av illa sjúkum
Brynhild Thomsen
17.03.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Setrið fær oddvita í linnandi røkt

Fróðskaparsetur Føroya hevur útnevnt Helle Ussing Timm sum adjungeraðan professara til Deildina fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi í trý ár

Helle Ussing Timm verður nú adjungeraður professari í starvsfólkahópinum á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.

Hetta er eitt týdningarmikið íkast til sjúkrarøktarfrøðina á deildini, sigur May-Britt Skoradal, varadekanur á DHS.

- Helle kann við sínum drúgvu granskingarroyndum á sjúkrarøktarfakliga økinum geva okkum stórt íkast, serliga nú vit fara undir at menna útbúgvingina, sigur hon.

Helle Ussing Timm, professari, hevur í mong ár granskað í heilsu. Tey seinastu 15 árini hevur hon staðið á odda fyri stovnum, har tey hava arbeitt við gransking og vitanarsamstarvi, heilsufremjan, endurmenning og ikki minst linnandi røkt ella palliatión.

Í Danmark hevur hon sett týðandi fingramerki á granskingargrundaða vitan og menning av viðgerð og røkt av illa sjúkum ella doyggjandi.

- Við Helle sum adjungeraðum professara fáa vit ágóðan av hollu royndum hennara, nú menningin av okkara deild gongur við rúkandi ferð, og har vit útbúgva fleiri ph.d.-lesandi og hava stórar ætlanir um at dagføra granskingarøkið, sigur May-Britt Skoradal, varadekanur.

Helle Ussing Timm stóð í 1997 sína ph.d.-ritgerð, sum hevði heitið, "Nær er sjúklingurin í miðdepli? Ein mentanarsosiologisk greining av týdninginum, sum tann sjúki hevur fyri góðskumenning av almenna heilsuverkinum".

Helle Ussing Timm er professari á Syddansk Universitet og var granskingarleiðari á REHPA (Knowledge Center for Rehabilitation and Palliative Care) til 2020.

Lesið meira um hennara gransking og almennu fingramerki her.

Helle Ussing Timm byrjar í starvi sínum 1. apríl.