
Tær tríggjar nýggju verkætlanirnar, sum Fróðskaparsetur Føroya er partur av, hava fingið tilsamans 4.380.000 krónur í stuðli
Setrið fer at granska uppsjóvarfisk, fiskaolju og kostískoyti saman við vinnuni
Fiskivinnuroyndir hava játtað næstan 4,4 milliónir krónur í stuðli til tríggjar nýggjar verkætlanir, sum Setrið saman við privatum fyritøkum og øðrum granskingarstovnum nú fara undir at fremja í verki
Almenni stuðulin til fiskivinnugransking kallast fiskivinnuroyndir, og í hesari vikuni sendi Fiskimálaráðið játtanarskriv til tey, sum hava fingið stuðul játtaðan til sonevndu "flaggskipsverkætlanirnar".
Fróðskaparsetur Føroya var við í trimum umsóknum, og allar fingu stuðul - tilsamans 4.380.000 krónur.
Hjá Fiskivinnuroyndum er galdandi, at vinnupartarnir skulu søkja um og umsita játtanina, og tað er krav, at ein føroyskur granskingarstovnur er partur av verkætlanini.
P/F Krossbrekka saman við Setrinum (Anni Djurhuus) fekk 1,1 millión krónur yvir tvey ár til verkætlanina “Nýta uRNA at kanna útbreiðslu av uppsjóvarfiski”.
P/F JFK Trol saman við DTU og Setrinum (Durita Nielsen) fekk 2,4 milliónir krónur yvir trý ár til verkætlanina “Optimering av framleiðsluni av fiskamjøli og fiskaolju til matna”.
Sp/f Tari saman við Sp/f Primafisk, Universitetinum í Stavanger og Setrinum (Durita Nielsen) fekk 980.000 krónur yvir trý ár til verkætlanina “Menning og framleiðsla av kostískoyti og virkismati úr marinari rávøru”.
Enn kemur ikki so nógv fígging beinleiðis til Setrið av hesum játtanum, men vónin og ætlanin er, at hetta slagið av samstarvi skal mennast.
Johan Christiansen, landsstýrismaður, hevur eisini góðar vónir um, at samstarvið millum vinnulívið og granskingarstovnar fer at kasta nakað gott av sær.
- Mongu og góðu umsóknirnar í ár eru tekin um, at føroyska vinnan raðfestir nýskapan og nýmenning, og eg fegnist um, at fiskivinnuroyndir kunnu stuðla tí. Eg eri spentur upp á at fylgja við flaggskipaverkætlanunum, har serligur dentur er á samstarvið ímillum vinnulív og granskingarstovnar, og hvussu hesin nýggi leistur fer at hilnast, sigur landsstýrismaðurin.
Um fiskivinnuroyndir: "Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum."