Brynhild Thomsen
11.08.2021
Setrið Føroyamálsdeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Setrið fingið 2,61 mió til gransking

10 granskingarverkætlanir hava fingið stuðul av játtanini hjá Granskingarráðnum í ár, sum er tilsamans 7,450 milliónir krónur. Setrið hevur fingið 2,61 millión til fýra verkætlanir

Nýggja faknevndin fyri stuðli til gransking hevur boðað frá, hvørjar umsóknir um granskingarstuðul skulu fáa burtur av ársins játtan. Tilsamans komu 34 umsóknir inn, og søkt varð um góðar 31 milliónir krónur. Faknevndin, sum hevði 7,450 milliónir at býta út, hevur valt at veita stuðul til 10 verkætlanir.

Fróðskaparsetur Føroya eigur fýra av verkætlanunum, sum hava fingið stuðul í ár. Tríggjar granskingarverkætlanir eru staðsettar á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum, tann fjórða er á Føroyamálsdeildini, sum fekk størstu játtanina, 1,1 millión krónur.

Tann verkætlanin er ein ph.d.-ritgerð hjá Sandru Saxov Lamhauge, sum hevur heitið: "“Ein sosiofonetisk kanning av atblástri og avraddaðum sonorantum í føroyskum - eitt lítið lýst evni í einum lítið lýstum máli."

Á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum hevur Tórunn Højgaard Ósá fingið 790.000 krónur til sína ph.d.-verkætlan, sum eitur: "Neurologiskar sjúkur hjá børnum í Føroyum: Farsóttarfrøði, svøvn ólag og ávirkan av eini tónleikauppílegging".

Ein triðja ph.d.-verkætlan á Setrinum hevur eisini fingið stuðul. Tað er Elsa J. D. Johannesen, sum fer at granska í pallitativari umsorgan. Hennara verkætlan eitur: "Palliativ umsorgan í heiminum: Ein kvalitativ kanning í Føroyum." Hon hevur fingið 360.000 krónur frá Granskingarráðnum.

Fjórða granskingarverkætlanin, sum nú hevur fingið stuðul, er ein hjá Magna Mohr, professara á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi. Hansara verkætlan, sum eisini hevur fingið 360.000 krónur, kallast: "Ávirkan av lág-kolvætu og orkufátækum kosti á kropsligt arbeiði í óvirknum fólki við ov høgum kropsfeitti.”

Seks aðrar verkætlanir hava eisini fingið stuðul frá Granskingarráðnum. Tær eru:

Rakul Maria Johannesen: "TINNA – Jarðfrøðiliga loysnin at røkka null útlát." Ph.d.-verkætlan á Jarðfeingi og Universitetinum í Oslo – 1 millión krónur.

Helga Bára Mohr Vang: "Stovnsbýti og vistfrøðiligur leikluturin hjá hýsu (Melanogrammus aeflefinus) á føroyska landgrunninum og Føroyabanka". Ph.d.-verkætlan á Havstovuni og Aarhus Universiteti – 350.000 krónur.

Jóhannis Danielsen: "Sjófuglur sum yvirvøkutól av dálking í føroyskum sjóøkið". Post.doc.-verkætlan á Havstovuni – 900.000 krónur.

Sissal V. Erenbjerg: "Forritan av fjarðamyndlinum FarCoast og háavrikandi teldumegi". Verkætlan á Fiskaaling – 940.000 krónur.

Inga Kristiansen: "Sambandið ímillum djóraæti og havfrøðiligar broytingar kring Føroyar í trý áratíggju". Post.doc.-verkætlan á Havstovuni – 1 millión krónur.

Katrin E. Danielsen: "Ílegukanningar fyri bróstkrabba í Føroyum". Verkætlan á ílegusavninum – 650.000 krónur.

Formaður í nýggju faknevndini fyri stuðli til gransking er Bogi Bech Jensen. Hann sigur, at nevndin hevur grundað avgerðirnar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum, men at hann vónar, at meira peningur verður settur av til gransking.

- Tað hevur verið spennandi at lisið so nógvar og ymiskar umsóknir. Sum heild eru umsøkjararnir væl skikkaðir, og umsóknirnar er væl grundaðar. Tí kundu vit latið meira stuðul, um játtanin var til tað. Fyri at varðveita okkara kappingarføri sum land er umráðandi, at vit gera íløgur í gransking. Tí er mín vón, at gransking fær hægri raðfesting komandi árini.