University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Heilsufótbóltur Í Slovenia
09.04.2026
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Setrið gjørt manual um heilsufótbólt til diabetes2

Fróðskaparsetur Føroya hevur saman við International Diabetes Federation Europe (IDF), Syddansk Universiteti og Diabetesfelagnum gjørt ein manual um heilsufótbólt til fólk við diabetes2

Mangan hungra fólk eftir at síggja, hvat gransking kann brúkast til í verki. Og tað er nýggi manualurin um heilsufótbólt til fólk, sum hava diabetes2, eitt avbera gott dømi um.

Samstarvið um hesa vegleiðandi handbókina kom í lag eftir, at May-Britt Skoradal, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevði hildið fyrilestur á altjóða ráðstevnu hjá IDF í Bangkok í fjør um síni granskingarúrslit um heilsufótbólt og diabetes2.

May-Britt og Magni Mohr, professari á Setrinum, hava havt høvuðsábyrgdina av innihaldinum í samstarvi við Peter Krustrup og Tinu-Theu Nielsen á SDU.

Fyrr í ár var May-Britt saman við Camillu Prisak Pedersen frá SDU í Ljubjana í Slovenia, har tær vístu luttakarum hjá IDF, hvussu manualurin skal brúkast í verki.

- Vit vóna, at europeisku diabetesfeløgini eisini vilja taka heilsufótbóltin til sín, og vit í granskingartoymunum eru fús at skipa fyri instruktørskeiðum í tí sambandi, sigur May-Britt Skoradal.

Í innganginum stendur soleiðis í leiðbeinandi handbókini:

Football Against Diabetes er eitt frítíðarátak við fótbólti fyri fólk, sum hava diabetes 2.

Átakið byggir á víðfevnd vísindalig prógv, sum vísa, at reglulig fótbóltsvenjing er ein tryggur, munadyggur og motiverandi háttur at vera kropsliga virkin og við stórum ágóðum fyri bæði stoffskiftið og hjarta- og æðraskipanina.

Skráin er ment við tí endamáli at umseta granskingarúrslit til verkligar, staðbundnar venjingar, sum kunnu íðkast í lokalum fótbóltsfeløgum.

Diabetes 2 rakar ein vaksandi part av vaksnum fólki og hevur lægri lívsgóðsku við sær, øktan vanda fyri hjarta- og æðrasjúkum og fleiri langtíðar fylgjur. Hóast heilivágsviðgerð hevur ein týðandi leiklut í handfaringini av sjúkuni, hava lívstílsviðurskifti – serliga kropslig óvirkni – avgerandi leiklut í menning av sjúkuni. Reglulig kropslig rørsla kann fyribyrgja ella seinka menningina av diabetes 2 og samstundis betra um blóðsukurstýring og virkisførleika hjá teimum, sum longu hava fingið staðfest sjúkuna.

Heilsufótbóltur hevur stórt heilsufremjandi potentiali fyri fólk við diabetes 2.

Gransking vísir støðugt, at luttakarar í liðítrótti uppliva størri gleði og halda seg betur til venjingina samanborið við meira einstaklingakendar venjingarhættir.

Football Against Diabetes hevur til endamáls at skapa eitt trygt og fevnandi venjingarumhvørvi, har luttakarar kunnu leggja dent á rørslu, gleði og felagsskap heldur enn sjúku.

Skráin er ætlað vaksnum við diabetes 2 uttan mun til, um tey hava royndir við fótbólti frammanundan, og hon kann tillagast ymiskum kropsligum førleikum, venjingarstigi og avmarkingum, sum sjúkan kann hava við sær.

Henda handbókin gevur eina innleiðslu til vísindaliga grundarlagið undir Football Against Diabetes og praktiska vegleiðing um, hvussu venjingar kunnu skipast og fremjast til frama fyri fólk við diabetes2. Harumframt eru tilmæli og venjingardømi, sum kunnu stuðla venjarum í at skapa góða og munadygga fótbóltsvenjing fyri henda málbólkin.

Fótbóltsliga innihaldið byggir á kendar meginreglur í Football Fitness, og tí verður gingið út frá, at lesarin hevur kunnleika til grundleggjandi hugtøk um heilsufótbólt.

Sí manualin her.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Læraraskúlin.jpg

    Upptøka til Diplom í námsfrøði útsett til í vetur

  2. Frederik Waage Adjungeraður Professari Á SSD

    Frederik Waage blivin adjungeraður professari á Setrinum

  3. jbrcksgøta.jpg

    Alment symposium um ríkisrætt og ráðharraábyrgd