12.10.2023
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Setrið gjørt trivnaðarkanning í fólkaskúlanum

Setrið hevur á fjórða sinni gjørt trivnaðarkanning í fólkaskúlanum fyri at vita, hvussu næmingar í fimta, sjeynda og níggjunda flokki hava tað, og tíverri vísir hon, at happingin er vaksin nógv

Hetta er fjórðu ferð hesi síðstu 16 árini, at kanning er gjørd um happing og trivnað í fólkaskúlanum í Føroyum. Aftur hesuferð er tað Barna- og útbúgvingarmálaráðið (fyrr Mentamálaráðið), sum hevur biðið Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya um at gera kanningina. Nakað av fyrireikingum hava verið gjørdar millum Nám og Námsvísindadeildina í eitt tíðarskeið, meðan Námsvísindadeildin hevur staðið fyri sjálvari kanningini og viðgerðini av henni.

Tey, ið hava gjørt kanningina, eru Katrin av Kák, cand.mag. og cand.pæd.psyk. á Námsvísindadeildini, 
Annika Helgadóttir Davidsen, ph.d., adjunktur í sálarfrøði á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi,
Laufey H. Blaasvær, M.S.Sc. í Sosialvísindum og samfelagsplanlegging á Námsvísindadeildini og Erla Olsen, ph.d., dekanur á Námsvísindadeildini.

Endamálið við hesari kanningini er, eins og í teimum undanfarnu, at útvega vitan um vavið av happing í fólkaskúlanum í Føroyum. Hetta veri seg bæði millum næmingarnar og fólkini, sum eru har, og á internetinum, sum jú er partur av gerandislívinum hjá fólkaskúlanæmingum og flest okkum øðrum.

Harumframt er endamálið eisini at kanna trivnaðin hjá næmingunum í fólkaskúlanum.

Sum nakað nýtt, verður eisini spurt um didaktisku viðurskiftini í skúlanum og lærugreinarnar, tí tey eru karmur um og viðvirkandi faktorar í trivnaðinum hjá børnunum í skúlanum.

Tað eru aftur næmingarnir í 5., 7. og 9. flokki, sum eru bidnir um at svara spurnakanningini, og tí gevur kanningin innlit í perspektivið hjá børnunum av spurdu viðurskiftunum. Hetta, áhugin fyri barnaperspektivinum, er í tráð við Fólkaskúlalógina, serliga § 2, stk. 2, og harumframt Barnarættindasáttmálan hjá ST, sum hevur verið galdandi í Føroyum hesi síðstu 30 árini.

Happing og trivnaður eru subjektiv upplivilsi, og tí er avgerandi at hoyra frá børnunum sjálvum, hvussu tey hava tað við hesum. Hvussu uppliva børnini tað at vera í skúla?

Eisini hesuferð gingu fýra ár millum kanningarnar, tí tann síðsta varð gjørd í 2019.

Altjóða gransking vísir, at fokus javnt og samt skal setast á happing, fyri at átøk og íløgur skulu gera munandi gagn (Hansen & Nielsen, 2020). Gongdin við vavinum av happing í føroyska fólkaskúlanum hevur verið støðugt minkandi við tveimum prosentstigum hvørja ferð í øllum teimum trimum undanfarnu kanningunum, úr 15 prosentum í 2007 niður í 11 prosent í 2019. Vónin var tí, at gongdin við minkingini á tveimum prosentstigum aftur fór at vísa seg í ár í kanningini nú. Tað vísti seg tó, at samlaða talið av næmingum, sum siga seg verða happaðar, er vaksið soleiðis, at prosenttalið í 2023 er 17.

Søguliga gongdin í kanningunum um happing og trivnaði í fólkaskúlanum í Føroyum
Tað var í 2007, at fyrsta kanningin um happing í fólkaskúlanum í Føroyum varð gjørd.

Hon varð gjørd eftir spurnarblaði hjá svenska sálarfrøðinginum Dan Olweus, hvørs ástøði um happing í stóran mun er grundað í og treytað av einstaklinginum og hansara íbygdu og íløgdu eginleikum og eyðkennum. Ástøðið hjá Olweus var ráðandi. Hetta er sonevnda einstaklingafatanin av happing.

Eftirfylgjandi vóru kanningar í 2015 og 2019, og so aftur nú í 2023. Øll árini hava tað verið 5., 7. og 9. flokkur, sum eru bidnir um at luttaka í kanningini.

Ástøðiligi karmurin rundan um kanningarnar um happing hevur síðani 2015 verið tann, sum sonevndi eXbus-bólkurin menti gjøgnum áralanga gransking í Danmark í árunum 2007 til 2011 (sí exbus.dk).

Hetta er tann sonevnda felagsskapsfatanin av happing, sum skilir happing sum eitt fyribrigdi í bólkum, sum eru merktir av ótryggleika ella ójavnvág. T.v.s. at happing verður fatað sum ein máti at vera saman uppá í einum felagsskapi, sum hevur við sær, at ein ella fleiri verða útihýst (Hansen, 2018).

Felagsskapsfatanin er grundað í m.a. sosialpsykologi, sosiologi og antropologi. Hon kann eisini heftast at teoriini hjá Stern (2020) um sjálvsmenning, sum fer fram alt lívið, og sum lýsir, at upplivilsi saman við øðrum eru organiserandi prinsippið í sjálvsmenningini. T.v.s., at tað er tað, ið vit uppliva saman við
øðrum, sum ávirkar okkara menning sum menniskju í bæði góðan og ringan mun.

Mentamálaráðið avgjørdi í 2015, at allir skúlar skulu gera eina trivnaðarætlan, sum er í tráð við felagsskapsfatanina av happing (Kák, Biskopstø, og Olsen 2019). Hetta kravið er framvegis galdandi.

Felagsskapsfatanin er jú ein uppgerð við einstaklingafatanina av happing, sum nærum hevur verið ráðandi, síðani happing sum fyribrigdi í skúlanum fekk áhuga millum fakfólk fyri góðum 20 árum síðani. Hendan broytingin í fatanini av og hugburðinum til happing tekur, sum allar aðrar broytingar, tíð at festa seg hjá øllum. Tað veri seg hjá leiðslum, lærarum, foreldrum, børnum, felagsskapum og politikarum.

Í hesi frágreiðing taka vit fram høvuðsúrslitini úr trivnaðarkanningini og hava uppskot um tilmæli, ið kunnu vera við til at bøta um trivnaðin í føroyskum fólkaskúlum.

Lesið frágreiðingina her.