SACS er ein menningarverkætlan, fíggjað av landsstýrinum, sum hevur til endamáls at veita løgfrøðiliga og tøkniliga læru til luttakarar úr menningarlondum
09.05.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Setrið heldur skeið í Singapore

Hesa vikuna verður árliga skeiðið, Summer Academy on the Continental Shelf (SACS), hildið í Singapore. Tað eru Fróðskaparsetur Føroya og Jarðfeingi í samstarvi við National University of Singapore, ið skipa fyri

SACS er ein menningarverkætlan, fíggjað av landsstýrinum, sum hevur til endamáls at veita løgfrøðiliga og tøkniliga læru til luttakarar úr menningarlondum í sambandi við fyrireiking og áseting av ytra landgrunsmarki og útgreina galdandi lóg í marknamálum.

Skeiðið hevur áður verið hildið í Afrika í samstarvi við African Institute of International Law.

SACS virkar sambært samstarvsavtaluni um menningarsamstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Uttanríkistænastuna, har ásett er, at virkað verður fyri máttmenning (capacity development) við útbúgving, gransking og vitanardeiling og átøkum, sum hava til endamáls at breiða út føroyskan serkunnleika og vísindaliga vitan til frama fyri menning í menningarondum.

Umframt at veita læru av týdningi fyri luttakarnar, er talan um gott rótfesti fyri møguligum framtíðar samstarvi við National University of Singapore, ið telist millum heimsins leiðandi lærustovnar.

SACS leggur seg eftir at fremja landsstýrisins mál um at skapa føroyingum og føroyska samfelagnum royndir, kunnleika og áhuga fyri altjóða menningarviðurskiftum og løgtingsins mál um føroyska luttøku í altjóða samfelagnum til tess at minka um ójavna í heiminum og vera við í sjálvberandi menningarsamstarvi til frama fyri menningarlond.

Stigtakarar eru Bjørn Kunoy, professari á Fróðskaparsetrinum og løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkis- & vinnumálaráðnum, Martin V. Heinesen frá Jarðfeingi og limur í Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða, og Finn Mørk frá GEUS, og teir undirvísa eisini á skeiðinum saman við øðrum altjóða serfrøðingum, m.a. Jin Hyun Paik, ið er dómari í altjóða havrættardómstólinum í Hamburg.


Í ár verða 38 skeiðsluttakarar úr 26 ymiskum londum kring allan heim, men einamest úr menningar- og smáoyggjalondum í Fjareystri og Oseania, íroknað luttakarar úr Kiribati, Fiji, Vanuatu, Tonga, Papua New Guinea, Cook-oyggjunum, Micronesia, Tonga, Solomon-oyggjunum og Seychelles-oyggjunum.