06.06.2012
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Setrið luttekur á mentanarnáttini

Komandi fríggjakvøld 8. juni 2012 verður Mentanarnáttin aftur hildin í Havn. Aftur í ár fer Setrið at luttaka við kunning um útbúgvingarnar.


Vit verða at finna í einum av teltunum á gongugøtuni, beint við Eik banka og Býarbókasavnið, frá kl 19 til kl 22. Høvi verður hjá fólki at vitja innar og fáa eitt prát um m.a. útbúgvingarmøguleikar og upptøkukrøv og at fáa umsóknarblað til upptøkuna í ár. Freistin at søkja inn at lesa á Setrinum er 2. juli 2012.

Vit bjóða kaffi og te og okkurt gott afturvið til gestirnar og rokna við at nógv fara at nýta høvið til at vitja Setursteltið í gongugøtuni.